Høgni Lisberg aftur á ovastu rók

Aftur hesa vikuna er tað lagið Learn To Ride On Waves hjá Høgna Lisberg, ið tryggjar, at ein annars ring vika hjá føroyskum tónleiki ikki verður so galin.


Høgni Lisberg hevur við lagnum Learn To Ride On Waves bitið seg fastan á ovasta plássið á 15 teimum bestu. Lagið brúkti nógvar vikur til veruliga at koma undir húðina á føroyingum, men í seinastu viku aftan á 10 vikur á listanum legði lagið seg ovast á lisan. Aftur hesa vikuna heldur lagið avbjóðarar sum James Blunt og Kelly Clarkson aftan fyri seg.
 
Í seinastu viku gjørdist tað greitt, at eisini fólk í Belgiu vóru farin at taka tónleikin hjá Høgna til sín. Løgini Morning Dew og Just Dig eru at hoyra hvønn dag á stóru belgisku útvarpsrásini Radio 1, og fløgan Morning Dew verður nú send út í Benelux av stóra útbreiðslufelagnum Rough Trade. 
 
Annars er ikki nógv føroyskt á 15 teimum bestu hesa vikuna. Lagið Droymi mitt um dagin hjá Poppkorn er dottið niður á 12. pláss, og Thor Simonsen, ið hevði eykalag í seinastu viku gjørdist ov stuttur.
 
Aftur hesa vikuna er eitt føroyskt eykalag, talan er um lagið Fremmandur av fløguni hjá Peturi Pólsyni. Lagið Timburmenn hjá Peturi datt í seinastu viku av listanum eftir nógvar vikur millum best dámdu føroysku løgini.