Høgni: Løgmaður skilir ikki ES-málið

- Landsstýrið má ikki slaka nú. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og næstformaður í uttanlandsnevndini.

Ósemjan í sildatrætuni við ES er komin so mikið langt, at ES helst fer seta revsitiltøk í verk fyri Føroyar í august mánaða.

Spurningurin er, hvussu Føroyar skulu svarað aftur.

- Vit mugu undir ongum umstøðum fara aftur til samráðingarborðið, fyrr enn hóttanirnar um handilsforðingar eru tiknar aftur, sigur Høgni Hoydal.

Kaj Leo Holm Johannesen er lutvíst samdur við Høgna Hoydal.

- Men fyri at finna loysnir má onkur geva seg. Vit hava sagt við strandalondini, at vit eru tilreiðar at samráðast, og nú mugu vit síggja, hvørjum hóttanirnar hjá ES enda við.

Høgni Hoydal sigur, at Føroyar eiga at samstarva við Grønland, Ísland og Rusland í stríðnum móti ES. Tað hevur uttanlandsnevndin eisini mælt til fleiri ferðir, men landsstýrið hevur ikki lurtað.

- Fyrimunurin hevði verið, at vit høvdu staðið sterkari, tí ES hevði ikki hættað sær at revsa Russland. Og londini høvdu als ikki góðtikið, at ES hóttir við tiltøkum, tá samráðingar ikki bera á mál, sigur Høgni Hoydal.

- Landsstýrið hevur verið ófyrireikað og hevur manglað eina greiða ætlan, sigur Høgni Hoydal.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur eina aðra fatan av málinum.

- Vit hava gjørt eitt gott fyrireikingarbeiði, og tað er okkum at takka, at eitt samráðingarumfar verður aftur í september, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Høgni Hoydal heldur eisini lítið um stuðulin úr Danmark. Eftir hansara tykki spælir Danmark dupultspæl og letist at hjálpa føroyingum. Samstundis royna danir at kroysta løgmann at slaka í krøvunum um eina kvotu.

- Løgmaður skilir als ikki málið. Danska stjórnin er ikki vaknað fyrr nú, tí teir eru bangnir fyri, at áhugin fyri at loysa frá Danmark fer at vaksa, sigur Høgni Hoydal.

Hesum vísir løgmaður aftur.

- Danir hava gjørt alt tað, teir eru mentir í seinastuni, og eg kann vísa aftur, at teir hava lagt trýst á okkum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Og hóast eitt boykott stendur fyri framman, so væntar Kaj Leo Holm Johannesen ikki, at danskar havnir vera stongdar fyri føroyskum skipum.

- Tað er ein stór avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin, skuldi tað hent. Men eg vænti ikki tað fer at henda. Eg má síggja tað fyrst, áðrenn eg trúgvi tí, sigur løgmaður.