SAMRÁÐINGAR
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, er bjartskygdur undan innleiðandi samgongusamráðingunum.
?Sjálvstýristilgongdin er ikki fallin, staðfestir Høgni Hoydal.
Hann heldur, at teir hava fleiri samgongumøguleikar. Teir hava higartil havt fundir innanhýsis í samgonguni. Høgni Hoydal heldur eisini, at samgongan hevur góðar møguleikar møguleikar at halda fram.
Høgni Hoydal tulkar valúrslitið soleiðis, at tað stendur messum á jøvnum. Hann heldur ikki, at samgongan eigur at leggja frá sær, tí hendan ongan meiriluta hevur ímóti sær.
?Mín tulking er, at samgongan fall ikki, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin hevði í gjár fundir í tingbólkinum, har teir m.a. ætla at skipa seg.