Høgni Hoydal umboðar ikki mín vilja

-Embætisførslan hjá Høgna Hoydal minnir ikki sørt um valdsreingjan , og tað eigur Løgtingið ikki at kunna liva við, heldur Kristian Magnussen

Uttanlandssamstarv
?Tað tykist sum um at partapolitikkur er einasta orsøk til, at Høgni Hoydal ætlar at forbjóða Elektron at samstarva við ein tænastustovn í Danmark og. Og tað er ikki ein saklig orsøk.
Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur nú reist tvídráttin ímillum Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógarmálum og Elektron í Løgtinginum.
Hann hevur sett Høgna Hoydal nakrar skrivligar fyrispurningar um ætlanina hjá landsstýrismanninum at forbjóða Elektron at samstarva við danska tænastustovnin Pengeinstitutternes Betalingsservice, vanliga nevnt PBS.
Kristian Magnussen vil hava at vita, hvørjar sakligar orsøkir, Høgni Hoydal hevur fyri at forbjóða hesum samstarvi.
Hann hevur tískil sett Høgna Hoydal seks spurningar og teir eru:
1. Hvørji saklig atlit í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum metir landsstýrismaðurin seg hava, tá hann við nýggjari kunngerð ætlar at stegða Elektron í at samskifta við danskan tænastustovn?
2. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at lóggávan á teimum økjum, ið snúgva seg um viðgerð av persónsupplýsingum, ger rættarstøðuna hjá persónum verri í Danmark enn í Føroyum?
3. Hevur landsstýrismaðurin fingið viðmæli frá fyrisitingini til at gera nýggja kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond? og um so er, hvussu eru grundgevingarnar í viðmælinum?
4. Í hvønn mun forðar handilssáttmálin millum Føroyar op ES, at landsstýrismaðurin tekur atlit til, at føroyskar teldufyritøkur fáa handilsliga serstøðu í mun til ES-fyritøkur, og at EDV-førleiki verður varðveittur í Føroyum?
5. Hvørjar tankar hevur landsstýrismaðurin gjørt sær, um møguligt rættarmál verður avleiðing av fráboðaðu kunngerðini?
6. Hvørjar avleiðingar, metir landsstýrismaðurin, at fráboðaða kunngerðin kann hava fyri tær gjaldstænastur, ið føroyingum stendur í boði í dag?

Umboðar ikki món vilja
Kristian Magnussen vísir á tað drúgva orðaskiftið, sum hevur verið ímillum Elektron øðrumegin og landsstýrismannin í lógamálum hinumegin um samstarvið, sum Elektron hevur við PBS.
Elektron heldur uppá, at samstarvið við PBS er fult lógligt og víst verður á, at Dátueftirlitið, sum er hægsti myndugleiki á økinum, hevur givið loyvi til hetta samstarv.
? Landsstýrismaðurin metir ikki, at lógin heimilar slíkum virksemi, og hann hevur í sínari argumentasjón serliga víst til álitið, ið rættarnevndin læt Løgtinginum, tá lógin var til viðgerðar og var samtykt í Løgtinginum á vári 2001.
? Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at tað er Løgtingsins vilji, at slíkar upplýsingar, ið talan er um, ikki skulu av landinum, og at hann vil gera tað, ið er neyðugt fyri at steðga hesum virkseminum hjá Elektron.
Høgni Hoydal hevur tískil boðað frá, at hann ætlar at koma við nýggjari kunngerð, ið ger hetta púra greitt.
Kristian Magnussen sigur, at hann var ein av teimum, sum var til at samtykkja lógina um viðgerð av persónslýsingum
? Og við hesum vil eg landsstýrismanninum frá, at hann ikki umboðar mín vilja í hesum máli.
Kristian Magnussen sigur, at eftir hansara tykki loyvir lógin, at upplýsingar kunnu flytast av landinum, um tað er sannlíkt, at lóggávan, í hesum førinum í Danmark, verjir einstaklingin líka væl sum føroysk lóggáva.
-? Eg eri sannførdur um, at tað neyvan finst ein saklig grundgeving fyri at halda, at donsk lóggáva ikki tryggjar borgaran líka væl ella betur enn okkara egna lóggáva, tá talan er um at tryggja borgaran, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Løgtingsmaðurin vísir á, at í endamálsorðingin í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum stendur at endamálið við lógini er at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá ið persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Tað merkir, at teir skulu verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku.
? Høvuðsendamálið við lógini er sostatt, at tryggja persónsvernd hins einstaka, og tí er hetta einasta sakliga atlitið, ið landsstýrismaðurin eigur at taka, tá ið støða skal takast til, hvat er loyvt ella ikki.
Kristian Magnussen sigur, at er grundgevingin hjá landsstýrismanninum, at verja Elektron og harvið føroysk arbeiðspláss og føroyska vitan, eru hetta ósaklig atlit, ið einki hava við persónsvernd hjá tí einstaka at gera.
? Tað margháttliga í hesum máli er, at Elektron metir seg kunna nýta avmarkaðu arbeiðsorku sína til aðrar átrokandi uppgávur enn hesa, ið teir kunnu útvega sær úr Danmark, og at stovnurin frábiður sær hesa, eftir mínum tykki, politisku uppíblanding frá landsstýrismanninum.
? Einasta atlitið, ið tykist vera hjá landsstýrismanninum, er tað partapolitiska, og hetta er ikki eitt sakligt atlit at taka og er ikki í samsvari við endamálsorðingina í lógini.
? Embætisførslan hjá landsstýrismanninum minnir ikki sørt um tað, sum við einum donskum orði verður nevnt "magtfordrejning", og tað eigur Løgtingið ikki at kunna liva við, sigur Kristian Magnussen.
Sí eisini greinina ?Med forlov?, sum Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður í Elektron og stjóri í Føroya Banka, skrivar aðrastaðni í blaðnum.