Høgni Hoydal spyr uttanríkisráðharran um Merkið

Tjóðveldisumboðið á Fólkatingi hevur sett Per Stig Møller fyrispurning um, hvønn leiklut danska uttanríkistænastan hevði, tá Dannebrog og Merkið veittraðu á somu stong á Rodos.

- Eitt hendiligt óhapp á einum privatum hotelli, sigur løgmaður, sum ikki ger nakað við málið

POLITIKKUR 





Um vikuskiftið visti Dimmalætting at siga, at Merkið hevði veittrað undir Dannebrog á eini flaggstong uttan fyri eitt hotell á Rodos, har oyggjaleikir verða hildnir í hesum døgum.

Sambært Dimmalætting hevði hotellið fingið boð frá donsku ambassaduni á Rodos um hetta.

Eingin donsk ambassada er kortini á Rodos. Tó eru danir umboðaðir á oynni við einum konsuláti.



Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne



Hendingin hevur havt við sær, at Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, í morgun hevur sent danska uttanríkisráðharranum, Per Stig Møller, skrivligan fyrispurning um hendingina.

Í tíðindaskrivi frá Norðuratlantsbólkinum verður m.a. sagt, at hetta verður gjørt »eftirsum danskir myndugleikar verða sagdir at hava givið hesi boð, og onki mótmæli hevur verið at hoyrt frá løgmanni ella øðrum úr landsstýrinum, ið annars eru stødd á Rhodos«.

Í sjálvum fyrispurninginum verður m.a. spurt, hvønn leiklut danska uttanríkistænastan hevur havt í hendingini, og um hetta er ein avleiðing av »den nye lovgivning mellem Danmark og Færøerne, hvor den siddende færøske landsstyrekoalition har accepteret at optræde under betegnelsen "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne«.




Politisk agurkutíð



Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er verji hjá føroysku ítróttini og hevur tí valt at vera til staðar undir oyggjaleikunum. Í telefonsamrøðu við Sosialin sigur løgmaður, at hann metir hendingina vera eitt hendiligt óhapp á einum privatum hotelli. Hann minnir á, at tað ongantíð eigur at koma fyri, at tvey fløgg skulu veittra á somu stong, og tí harmast hann um hetta. Men hann ætlar ikki at fara víðari við málinum eins og Høgni Hoydal.

- Tað er politisk agurkutíð hjá Høgna Hoydal, og hann slær politisk platt upp á hetta, sigur løgmaður, ið annars sigur seg hava sæð Merkið vundið á stong alla aðrastaðni, hann hevur ferðast á Rodos.

- Hatta bleiv rættað, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki sigur seg tíma at gera meira við hendingina.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Høgna Hoydal til sjónarmiðini hjá løgmanni, áðrenn blaðið varð prentað.




MYNDATEKSTUR


Føroyski fólkatingsmaðurin Høgni Hoydal hevur sett uttanríkisráðharranum fyrispurning um Merkið, sum veittraði undir Dannebrog