Høgni Hoydal manar spøkilsi aftur í jørðina

? Eg kann veita fulla vissu fyri, at ongin sum helst ætlan er um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita, sigur Høgni Hoydal, sum umsitur Kommunumál í Landsstýrinum

Skúlamál

?Tað er ongin sum helst ætlan yvirhøvur um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í kommunumálum afturvísir upp á tað harðasta, at ætlanin er at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita.
Hann hevur eisini hoyrt søgur um, at ætanin er at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita, men hann veit ikki, hvussu hesar søgurnar eru íkomnar.
Tí hann leggur dent á, at tað er als onki í teimum.
Hann sigur, at tað er ongin loyna, at Landsstýrið arbeiðir fyri, at leggja fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita.
?Tað er okkara heilt greiði politikkur, at fleiri øki skulu leggjast undir kommunurnar at umsita. Men tað skal vera fult samsvar ímillum fíggjarliga ábyrgd og avgerðarrættin. Tað er eisini heilt greitt, at frá fyrsta degi skulu umboð fyri kommunurnar vera við í arbeiðum.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er eisini tann heilt greiði politikkurin, at kommunurnar skulu ikki tvingast at leggja saman við lóg.
?Vit leggja ábyrgdarøki út til kommunurnar og so mugu tær sjálvar finna út av at samstarva um at umsita hesi økini.

Eldraøkið brúkast til barometur
Spurningurin er so, hvørji øki skulu leggjast undir kommunurnar at umsita?
Høgni Hoydal sigur, at fleiri álit eru gjørd um, hvørji øki kunnu leggjast undir kommunurnar at umsita.
-? Fyribils hava vit bara tikið avgerð um, at eldraøkið skal undir kommunurnar. Og fyrrenn vit vita, hvussu tann royndin hepnast, verður avgerð ikki tikin um nakað sum helst annað.
Hann sigur, at eldraøkið fer at seta stór krøv til umsitinginga hjá kommununum, tí tær skulu bæði hava fyrisiting, skipanir í sambandi við roknskap og lønarútgjaldingar o.s.fr.
? Eldraøkið er eitt stórt øki og tað er júst tí, at vit hava gjørt av at byrja við einum stórum øki, tí júst eitt stórt øki setir stór krøv til kommunurnar.
?Eldraøkið verður royndarsteinurin at vita, hvussu tað hepnast. Og tá ið vit hava fingið tað at hepnast, verður støða tikin til onnur øki.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur boðað frá, at ongin sum helst avgerð verður tikin um at leggja onnur øki undir kommunurnar at umsita, fyrrenn vit hava royndirnar frá eldraøkinum, tí júst eldraøkið fer at føra við sær, at kommunurnar fáa ein fyrisitingarligan førleika at umsita tey ymsu økini.
? Og tá hava vit heilt aðrar fortreytir at viðgera støðuna útfrá og tá kunnu vit viðgera støðuna utfrá ítøkiligum royndum.
?Men vit hava eisini boðað frá, at ongi øki eru útihýst frá at verða løgd undir kommunurnar at umsita og sostatt kunnu øll øki koma upp á tal.
? Sostatt er fólkaskúlin heldur ikki útihýstur frá at verða lagdur undir kommunurnar. Men tað er ikki tikin støða til tað yvirhøvur.
Hann sigur, at í teimum álitum, sum eru gjørdar, stendur eisini fólkaskúlin nevndur sum eitt málsøki, ið kann verða lagd undir kommunurnar.
? Men fyrrenn vit vita, hvussu royndirnar av eldaøkinum verða, taka vit ikki støðu til nakað av hinum málunum, sum eru nevnd í álitunum.

Mál skulu út
Høgni Hoydal sigur, at hansara prinsipilella meining er, at tey øki, sum snúgva seg um tænastur í nærsamfelagnum, eiga at verða løgd undir kommunurnar, tí tað hevur nærsamfelagið bestan kunnleikan um.
? Tað verður hesin hugburður, sum ger av, hvørji øki verða løgd undir kommunurnar og ikki, hvussu øki eitur.
?Men tað skal gerast eftir eini greiðari ætlan, har fíggjarlig ábyrgd og avgerðarrættur fylgist, so at onki samanbland verður ímillum land og kommunu.
Hann vísir á, at ímeðal eldraøkið var ein samanblanding av landi og kommunum, var tað forsømt so tað munar, tí alt ov lítið varð gjørt.
? Men síðani kommunurnar eru farnar at átaka sær ábyrgdina, er nógv hent og tað vísir, at kommunurnar eru nógv betri førar fyri at umsita tey málsøkini og at veita borgarunum eina nógv betri tænastu, enn hann hevði frammanundan