? Handan ætlanin er mær púra ókunnug. Hetta segði Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, tá vit vístu honum á, at Høgni Hoydal á fundi í føroyingafelagnum í Århus hevur nevnt, at eitt samt landsstýri arbeiðir við at gera eina samhaldsfasta pensiónskipan.
Bjarnir Djurholm vísti á, at arbeitt leingi hevur verið við einari heilt aðrari pensiónsskipan. Hann segði, at ein arbeiðsbólkur varð settur fyri nøkrum árum síðani, ið skuldi gera eitt uppskot um eina pensiónsskipan. Hesin bólkurin arbeiddi við einum uppskoti, ið Fólkaflokkurin hevði skotið upp, og líktist hetta einari fólkatrygging. Bjarni Djurholm sigur, at núverandi samgonga var samd um, at arbeiðið hjá hesum bólkinum skuldi halda fram, og Helena Dam á Neystabø skuldi so seinni koma við einum uppskoti um eina nýggja breiða og góða pensiónsskipan. Men Bjarni Djurholm vísir á, at talan als ikki hevur verið um eina samhaldsfasta skipan, tí hetta er nakað, ið Fólkaflokkurin als ikki kann góðtaka.
Eigur ikki at mótroknast
Bjarni Djurholm sigur, at hann als ikki kann góðtaka, at tey ið hava persónliga trygging skulu fáa minni frá teirri almennu pensiónsskipanini enn tey, ið ikki hava persónliga eftirlønartrygging, eins og Høgni Hoydal vísir á.
Bjarni Djurholm sigur, at um Høgni Hoydal hevur fatað, at meiriluti er fyri hesum í samgonguni, so hevur hann heilt víst yvirtulkað okkurt. Hann leggur afturat, at Fólkaflokkurin heilt víst ikki tekur undir við einum slíkum uppskoti.
? Handan breiða semjan, ið Høgni Hoydal sipar til, er ikki í samgomguni, men møguliga í Tjóðveldisflokkinum, og tað er ikki nóg mikið, sigur Bjarni Djurholm.
? Tað uppskotið, ið vit komu við, er eitt heilt annað. Tað uppskotið líkist nógv skipanini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og byggir á, at fólk gjalda ein part av lønini í ein eftirlønargrunn. Trupulleikin er sjálvandi tann, at ein partur av fólkinum ikki vinnur eins nógvan pening og onnur. Her er talan um tey, ið ikki hava fult starv ella kanska als ikki hava nakra lønandi vinnu. Hesi eru tó ikki so nógv longur, tí meira arbeiði er í samfelagnum nú enn fyrr. Men hesi fólk mugu tó fáa pensión, og tí hava vit hugsað okkum, at hesi fáa pening yvir fíggjarlógina, eins og allir pensionistar gera í dag. Men av tí, at tað bert vera tey, ið ikki hava havt møguleika at havt privata pensiónsskipan, ið koma at fáa úr almennu skipanini, ger hetta, at pensiónin hjá teimum verður nógv hægri, enn tann pensiónin, vit kenna í dag. Tískil verður úrslitið, at allir pensionistar fáa eina eftirløn, ið svarar til eina arbeiðsmannaløn, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm sigur, at hald er í útrokningunum í hesum uppskotinum. Tað er nevniliga Føroya Lívstrygging, ið eftir áheitan hevur staðið fyri útrokningunum.
? Tað hevur víst seg aðrastaðni í heiminum, at samhaldsfastar skipanir als ikki fóta sær, sigur Bjarni Djurholm, og vísir hann á, at betri er at gjalda inn í ein eftirlønargrunn, har ein fær fulla rentu av peninginum, og sostætt fær eina góða eftirløn, tá ein gevst at arbeiða.