Høgni Hoydal hevur eitt óforloyst Messias kompleks

? og persónliga frælsi og vælferð Føroya fólks sum offurlamb!

Eins og Mao við síni lítlu Reyðu gevur okkara propagandaministari út sína egnu ?lítlu Grønu?: ?Myten om rigsfællesskabet?, nevnir Høgni Hoydal danska bóklingin hjá sær, sum er 115 síður og uttan referansur ella tilvísingar. Ein partur er leystliga um Føroyar fyrr og nú, men størsti parturin er Høgna Hoydalsa persónliga ?myta? um føroyingin og ríkisfelagsskapin. Sambært donsk-føroysku orðabókina hjá Stiðanum merkir ?myte? : íspunnin søga, skrøggsøga, lygisøga ella leysasøga og vit finna allar merkingarnar umboðaðar í bóklinginum. Skrivingarlagið er lætt og eins og í ?Vagttårnet? hjá Jehovas vitnum, stendur trúvirðið til trúgvandi.

Tað er ikki mín ætlan at ummæla bóklingin, tað hava onnur longu gjørt, men bert við nøkrum dømum at vísa á hvørjum argumentatiónsstøði okkara propagandaministari og varðaløgmaður arbeiðir á, har ?målet helliger midlet?!

Sambært bóklinginum hevur ríkisfelagsskapurin ábyrgdina av øllum tí ónda sum hendir í Føroyum, og hevur ført til politiskt ábyrgdaloysi, fíggjarligt kollaps, asosial systemir og mentunarligt? og samleika skizofreni í Føroyum. Hetta er eitt kent ekkó frá tíðini aftur til fólkaatkvøðuna í 1946 um loysing frá Danmark. Loysingarhugaði fólk reistu tá land og ríki runt við sama boðskapi um, at ríkisfelagsskapurin við Danmark var rótin til alt ónt í Føroyum. Men tá samanum kom, tók bert ein triðingur av Føroya fólki undir við loysingini. Loysingarrørslan stovnaði í 1948 Tjóveldisflokkin, sum førdi seg fram við mottoinum: ?loysing í morgin?, resten grejer sig i sjøen.

Eitt skifti hevði loysingarrørslan tíðindablaðið, 14. septembur, men tvørrandi realpolitikkur og tann altíð afturvendandi nationalromantiska parolin ?loysing í morgin? hevði / hevur lítla undirtøku millum Føroya fólk, so 14. septembur kollapsaði bæði fíggjarliga og politiskt. Loysingarrørslan hevði tó eisini onnur ?ideologisk princippir? so sum: Donsku drotningina vildu teir ikki reisa seg upp fyri tíansheldur rópa hurrá fyri, men nú vilja teir sjálvbodnir inn undir skjúrti á Hennara Hátign! NATO høvdu danir og fan.. skapt, og í várkendum góðveðri varð gingin friðarmarchur niðan í Mjørkadal fyri ræða NATO? Seinasta nýggja er, at Føroyar skulu gerast limir í NATO um loysingin gerst veruleiki?


Hin skizofreni føroyingurin

?Den tvedelte færing? (síðu 50) ella skizofreni føroyingurin er ein fylgja av ríkisfelagssskapinum, sigur Høgni Hoydal. Men ein vanligur føroyingur hevur als ikki hesar trupulleikarnar at dragast við, tvørturímóti, tí í mongum førum er tað líka lætt ella lættari at flyta til Danmarkar enn at flyta innanoyggja í Føroyum. Í Danmark hava vit føroyingar eisini høvi til at menna okkum í altjóða høpi, samstundis sum vit eru á heimabana við øllum teimum fyrimunum, sum tað inniber.

Annars eru fleiri av okkara mest kveikjandi og fremstu umboðum innan skapandi list og tónlist úr Danmark, og onkur eisini úr hinum norðurlondum. Danmark hevur eisini í øldir savnað og varveitt eitt ótal av okkara mentunarligu dýrgripum, alt frá kvæðasøvnum til Kirkjubøstólar. Fleiri av hesum dýrgripum, sum annars helst vóru farnir fyri skeyti, eru nú á veg heimaftur, í tann mun vit trygt kunnu varveita teir. Tann mentunarligi stuðulin úr Danmark hevur bæði beinleiðis og óbeinleiðis havt ómetaliga stóran týdning fyri føroysku mentanini. Av dagsaktuellum mentunarligum stuðuli úr Danmark kunnu nevnast 2 mill. krónur til fornminnini í Koltri, 3 árslønir til yrkjaran, Tóroddur Poulsen, og har hanga ongir lepar við, sum kvøðið verður í Brókatátti. Tann mentunarliga skizofreniin er trupul at fáa eyga á.

Innan fyri tann rabiata partin av loysingarrørsluni, tann kommunistiskt inspireraða, hevur síðani Múrurin fall rátt ein óviss skizofren líknandi støða, bæði í mentunarligum og í samleika høpi. Kanska eru tað hesar stagneraðu kommunistarnar Høgni Hoydal hugsar um, tá hann skrivar um skizofrenar føroyingar?


Lítil undirtøka

fyri loysing

Selektivar útsagnir fyri ikki at siga ósannar útsagnir eru ikki so fáar av í bóklinginum: ?Dog viser alle meningsmålinger, at tre fjerdedele af vælgerne ønsker et selvstændigt Færøerne på et eller andet tidspunkt.? (síðu 103). ?Den danske blokstøtte, en milliard kroner årligt, er som helhed blevet sendt retur som afbetaling på renter og afdrag til staten.? (síðu 88, stytt), ella ?Når der tales til hjernen og rationaliteten, kan der således også skabes en nogenlunde konsensus (full semja) i den færøske befolkning. Konflikten opstår først, når der tales til maven.? (síðu 106).

Í Íslandi var í 1918 og 1944 talan um næstan 100% semju ella konsensus um loysing frá Danmark, bæði í Altinginum og millum ìslendska fólkið, men Føroyar eru ikki Ísland! Í 1946 tók bert 1/3 av føroya fólki undir við loysing, og seinasta meiningsmáling í apríl 2000 vísir, at bert 25% av føroyingum taka undir við loysing, hóast vit nú í 2 ár hava havt ein full time propagandaministara við slanguni beint niður í landskassan. Propagandistiski framferðarhátturin hjá okkara loysingaministara og varaløgmanni hoyrir diktaturskipanum til og hevur onki við demokratiska siðvenju at gera.

Sjálvt okkara løgmaður er í loysingarmálum vorðin reduseraður til eitt ekkó hjá Høgna Hoydal, og stóri meirlutin av løgtingslimunum, sum løgmaður lovaði, skuldu standa aftanfyri nýskipanaruppskotið áðrenn farið varð niður at forhandla, er gloymdur, helst eftir boðum frá varaløgmanni.

Høgni Hoydal ákærir danir fyri at hava behandlað føroyingar sum ?én homogen klump? (síðu 79/80), sjálvur tosar Høgni Hoydal, sum um hann átti allar føroyingar, sjálvt um hann reelt bert umboðar viljan hjá 25% av Føroya fólki.

Persónliga frælsi føroyinga er størst innan fyri ríkisfelagsskapin eins og sosiala trygdarnetið eisini er tað, tí er so lítil undirtøka fyri loysing. Heldur frælsur í einum góðum felagsskapi enn ófrælsur og nassandi uttanfyri.


Ein rættur føroyingur

At arbeiða hjá tí almenna ella í einum banka ger ein føroyingur bert fyri pengarnar skyld (síðu 51), tí ein rættur føroyingur bóndast og fiskar, um ikki annað so í frítíðini, og kvinnurnar gera heimaarbeiði, sum tær hava gjørt í øldir. Øll hjálpa hvørjum øðrum við øllum, sambært Høgna Hoydal. Ikki eitt orð um at ullin, seyðaskinnini og avroðini verða brend, tí tað hevði spolerað romantisku dreymamyndina ella hvørvimyndina av Høgna Hoydalsa føroysku ?Utopia?.

Tríggir av okkara frægu búskaparfrøðingum, Bjarni Olsen, sparikassastjóri og fyrrverandi stjóri á hagdeildini, Magni laksafoss, medskrivari til Hvítubók og forskari og Kári Petersen, fyrrverandi fíggjarstjóri í Landsstýrinum og nú MBA lesandi í London, hava ávarað ímóti verandi loysingarætlan, sum verandi alt ov bjartskygda. Teir siga samanfallandi, at ein loysing nú verður Føroya fólki og Føroya landi til falls búskaparlig og við teimum óhepnu fylgjum tað førir við sær: Búskaparlig stagnatión við lækkandi livifóti og stórari fólkafráflyting av tí yngra fólkinum v. m.

Í uppriti til fyrstu samráðingarrundu við Nyrup vísti Høgni Hoydal á, at Danmark tjenti multiplar milliardir krónur uppá Føroyar, men stutt aftaná í danskari sjónvarp sending, Profilen, segði Høgni Hoydal, at Danmark spardi pening við at geva Føroyum loysing? So einfalt er tað!

Høgni Hoydal hevur eins og fasturin í Danmark, Annika Hoydal, góðar teatralskar gávur, men ætlar hann sær at spæla sítt óforloysta Messias kompleks út, hevur hann valt skeivan leikpall. Persónliga frælsi og vælferð Føroya fólks er ov høgur prísur fyri Høgna Hoydalsa óforloysta Messias kompleks!

Ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir eina nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin, og hesum ynski tekur danski forsætisráðharrin og danska fólkatingið undir við.


Regin Eikhólm