Høgni Hoydal heldur fast um sína støðu

Tjóðveldisflokkurin tekur framvegis undir við samgonguskjalinum, men flokkurin vil ikki gera viðmerkingar til skrivingina hjá Torbirni Jacobsen, hóast Fólkaflokkurin krevur hetta

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum æltar sær ikki at gera viðmerkingar til skrivingina hjá Torbirni Jacobsen, hóast Fólkaflokkurin biður Tjóðveldisflokkin taka støðu til hesa skriving.
? Mín støða er framvegis, at hetta er eitt persónsmál millum Torbjørn Jacobsen og fólkafloksmenninar. Ein løgtingsmaður má sjálvur standa við ábyrgd fyri tí, sum hann førir fram í viðmerkingum í fjølmiðlunum. Eingin í flokkinum vil inn í hetta mál, tí vit vita ikki, hvat hetta snýr seg um, sigur Høgni Hoydal.
? Tað er keðiligt, tá persónsmál verða partur í politiskum viðgerðum, men hetta er nakað, sum vit hava sæð so ofta áður, og tað ber ikki til at siga, hvør er ringast at gera hetta.
Tá tað snýr seg um samstarvið í samgonguni, hevur Høgni Hoydal ikki fingið kaldar føtur seinastu vikurnar.
? Vit ætla framhaldandi at halda samgonguskjalið og halda fram við samstarvinum í samgonguni, slær hann enn einaferð fast.

Ætla at svara
Fólkaflokkurin hevði týskvøldið innanhýsisfund, har eitt av málunum var skrivingin hjá Torbirni Jacobsen í bløðunum.
Tingmaðurin fyri Tjóðveldisflokkin legði í farnu viku harðliga eftir løgmanni og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum, og nú vil Fólkaflokkurin hava flokkin hjá Tobba at taka støðu til hesa skriving.
Anfinn Kallsberg segði í gjár við Sosialin, at tað er umráðandi fyri hann, at hann fær beinleiðis at vita frá Tjóðveldisflokkinum, um teir framvegis stuðla samgonguni, og hvat liggur í skuldsetingunum hjá Torbirni Jacobsen.
? Eg vil helst ikki viðgera hetta í fjølmiðlunum. Vit eiga at kunna loysa hetta mál við at tosa andlit til andlit. Fáa vit eitt skriv frá Fólkaflokkinum, fara vit sjálvandi at svara tí, sigur Høgni Hoydal, sum heldur frí hesa vikuna.
Spurningurn er so, um Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin kunnu tosa seg til sættis, áðrenn Anfinn Kallsberg um eina góða viku skal halda løgmansrøðuna á ólavsøku.