Um talan var um eina føroyska Watergate gølu, ella um talan bara var um klandur um eina skrivstovu, vita vit ikki.
Men í øllum førum vilja vælvitandi keldur í politikki og í samgonguni vera við, at rættilig gøla tók seg upp í Tinganesi fyrr í hesi vikuni.
Upprunin til gøluna er, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður og varaløgmaður, skal vera rættiliga ónøgdur við hølisviðurskiftini hjá sær sjálvum og uttanríkisráðnum í Tinganesi.
Hann skal hava verið so ónøgdur, at hann skal hava kravt fleiri skrivstovur.
Men hetta fekk hann ikki undirtøku fyri.
Ósemjan kom í hæddina fyrr í vikuni, tá ið politisku keldur okkara vilja vera við, at Høgni Hoydal fór so langt sum at bora lásið í eini skrivstovu út fyri at fáa hana til taks til sín sjálvs og til sítt egna ráð.
Men hetta gekk ikki, tí løgmaður bleiv so óður um framferðina hjá Høgna Hoydal, at hann eitt skifti var til reiðar at tveita hann til hús og siga hann upp sum landsstýrismann.
Men sjógvurin slætnaði so hvørt, men okkum er óvist, hvørja lagnu, skrivstovan fekk.
Hinvegin skilst, at samgongan hekk í einum ógvuliga klønum tráði hendan dagin og at tað var hetta, sum var veruliga orsøkin til, at málið um at velja tingnevndirnar av nýggjum týsdagin, varð útsett, tí stórur vandi var fyri, at samgongan reyk.
Høgni Hoydal hevur onga viðmerking til málið og hann vil hvørki vátta ella avsanna søguna.
Hinvegin staðfestir hann, at talan er ikki um eitt politiskt mál og at tað sostatt er fyrisitingin, sum má svara spurningin um hetta.
Kontroversir um hølisnýtslu
Sostatt vendu vit okkum til fyrisitingina og tosaðu við Marjuna Hanusardóttir, stjóra á løgmansskrivstovuni, men hon er ógvuliga fáorðað um málið.
Hon var týðiliga tikin á bóli, tá ið vit ringdu til hana at fregnast um málið og eftir at hava tugt uppá tað eina góða løtu, segði hon, at hon vildi ikki svara, fyrrenn hon hevði hugsað seg um.
Nakað seinni høvdu vit aftur samband við hana, men hon var framvegis ikki serliga tíðindafróð.
Men hon viðgongur, at tey hava havt eina ósemju um hølisviðurskiftini í Tinganesi.
- Vit hava havt onkrar “kontroversir” um ymsa hølisnýtslu, sigur hon.
Men hetta er samstundis tað einasta, hon fæst at siga um málið.
- Eg fari ikki í smálutir við hesum og eg havi ikki hug at lýsa tað nærri í fjølmiðlunum, sigur hon.
Hon sigur, at hon metir hetta sum eitt innanhýsis mál, sum hon ikki heldur, hóskar seg til fjølmiðlarnar.
Vit spurdu hana eisini um málið er meldað til løgregluna.
Men tað einasta, hon svarar, er at tey hava onki mál lagt fyri løgregluna.
Á kriminaldeildini hjá løgregluni siga tey seg ikki hava fingið nakra fráboðan um hetta.
Nærri koma vit ikki málinum í dag, men Sosialurin hevur biðið um alment innlit í, hvørjir handverkarar og lásasmiðir hava verið á løgmansskrivstovuni og í uttanríkisráðnum hesa síðstu vikuna og vit hava samstundis biðið um innlit í, hvat innbúgv er keypt til báðar skrivstovurnar.










