Høgni Hoydal bleiv púra paff

- Tað er neyvan nakrantíð í søguni, at ein fíggjarlóg er skrumblað so skjótt ígjøgnum Løgtingið, sum hesuferð.

Tað staðfestir Høgni Hoydal, formaður í størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldinum. Hann sigur, at møguleikin at leingja viðgerðina við at halda orðaskiftið ígongd, varð eisini umrøddur.

Men hann leggur afturat, at tað gekk so skjótt fyri seg, at hann bleiv púra paff og tók slett ikki orðið.

- Hvat skuldi eg siga, spyr hann.

Hann sigur, at har var alt longu avtalað og avgreitt frammanundan.

Hann heldur, at tað er ótrúliga óheppið fyri fólkaræðið, at eitt so stórt mál verður skrumblað ígjøgnum upp á so stutta tíð, at tingfólk ikki fáa høvi at seta seg inn í málini og viðgera tær ymsu játtanirnar so nágreiniliga, sum tað sømir seg.

- Hetta at víkja frá tíðarfreistini, er eitt rák, sum hevur tikið seg upp seinastu árini og tað er serstakliga óheppið, ikki minst tá ið talan er um fíggjarlógina, sum er tann týdningarmesta lógin av øllum.

Hann heldur, at hetta er burtur úr vón og viti, tí fíggjarlógin hevur ligið frammi síðani í heyst, so tað hava verið góðar stundir at viðgera hana.

- Vit atkvøddu sjálvandi ímóti at víkja frá tíðarfreistunum, sigur hann.

Men nú er veruleikin, at eisini nøkur tingfólk fyri Tjóðveldi atkvøddu fyri at víkja frá tíðarfreistini.

Tað vóru eisini summi í flokkinum, sum atkvøddu fyri sjálvari fíggjarlógini, hóast onnur tjóðveldisfólk atkvøddu ímóti.

Men floksformaðurin heldur ikki, at tað er tann stóra gølan, at flokkurin fór í tvíningar í hesum máli.

- Vit fingu ta grundgeving at alt varð avgjørt frammanundan og at ongin broyting fór at verða gjørd kortini.

Men hann sigur kortini, at hetta er ein spurningur, sum tey fara at taka upp innanfloks.

- Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at tað hevur tann stóra týdningin í hesum føri, tí tað hevði verðið samtykt kortini.