Høgni hevur seinasta tíggju ára skeiðið verið í fremstu røð her á landi. Sum tíðindamaður í Sjónvarpinum og síðani sum politikari og formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Høgni er føddur í Keypmannahavn. Foreldrini eru Gunnvør og Kjartan Hoydal. Mamman er lívfrøðingur, og pápin er fiskarílívfrøðingur.
Høgni vaks upp í Hoyvík, og hann er hoyvíkingur við stórum H. Í 1987 leyk hann HF prógv í Hoydølum. Tvey ára skeiðið undan HF tíðini royndi Høgni sjólívið sum dekkari við eitt nú Ólavi Halga, ið var vaktarskip, og sum grótlagari, og árið eftir HF tíðina var hann í eitt ár vikarur í Eysturskúlanum.
Í 1988 fór Høgni undir víðari lestur á Roskilde Universitetscenter. Har leyk hann í 1994 embætisprógv í søgu og samskifti. Í lestrartíðini royndi Høgni í summarfrítíðunum arbeiði í fiskivinnuni.
Høgni fór tíðliga at spæla hondbólt í H71, sum blaðungir hoyvíkingar høvdu stovnað, og hann royndi seg aftur sum hondbóltsspælari í fremstu deildini, eftir at hann var komin aftur til Føroya. Longu áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa, hevði hann verið kassameistari í H71. Undir lestrinum var Høgni virkin í útisetalívinum í danska høvuðsstaðnum. Eitt nú var hann ráðslimur og skrivari í MFS.
Útisetatíðin hjá Høgna var liðug, tá ið sjøtul var settur á upptøkuna eftir kreppuna í Føroyum. Tá ið Høgni fekk høvi at royna seg í Sjónvarpinum, royndi hann seg á øllum hugsandi økjum eitt nú sum ítróttarfrásøgumaður. Men tað var fyrst og fremst búskapurin og politikkurin, sum arbeiðstíðin fór til. Stóri spurningurin var partabrævaumbýtið í bankunum og endurreisingin av Føroya Banka. Serliga varð fokus sett á leiklutin hjá donsku stjórnini, Fíggjareftirlitinum og Den danske Bank.
Umframt ein rúgva av innsløgum í Degi og viku, sum vóru við til at seta dagsskránna í politiska orðaskiftinum, spurdust nakrar sonevndar dokumentarsendingar burturúr. Tær vóru við til at seta eld í, soleiðis at bankakanningin varð gjørd.
Tað vóru tó heilt onnur viðurskifti, sum vóru orsøk til, at Edmund Joensen skrivaði út nýval til Løgtingið at vera 30. apríl 1998. Tað kvøldið, tá ið valið var útskrivað, var Høgni Hoydal vertur fyri sjónvarpsorðaskifti millum floksformenninar, og hann tóktist skula vera ein av teimum, sum skuldu hava ábyrgdina av valstríðnum fyri Sjónvarpið.
Tjóðveldisfólk í Suðurstreymi vildu hava ungar kreftir á listan, og eftir fleiri áheitanir um at stilla upp, tók Høgni av. Hann gjørdist oddamaður í valstríðnum, og úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum varð betri, enn tað nakrantíð hevði verið. Bæði landsúrslitið og úrslitið í Suðurstreymi, har Høgni setti met við 1561 persónligum atkvøðum og syrgdi fyri, at flokkurin fyri fyrstu ferð fekk tríggjar valdømisvaldar tingmenn í Suðurstreymi.
Í kjalarvørrinum av valinum spurdist fullveldissamgongan. Høgni gjørdist landsstýrismaður í fullveldismálum, og hann var arkitekturin aftanfyri Hvítu bók og samráðingarnar við donsku stjórnina. Tað gekk ikki, sum Høgni hevði ætlað. Vátt kom í reiðrið millum løgmann og formannin í Tjóðveldisflokkinum, sum móti viljanum hjá løgmanni í februar 2001 bar uppskot um løgtingslóg um sjálvstýri Føroya fólks niðan í Løgtingið. Tá ið hann varð noyddur at taka uppskotið aftur, segði Høgni Hoydal, at hetta var daprasti dagur í hansara stutta politiska lívi.
Hóast samgongan helt fram eftir løgtingsvalið í 2002, so var stevið burtur og fullveldismálið kámað. Eftir samgonguskrædl og løgtingsval í ótíð 20. januar 2004, sum Tjóðveldisflokkurin kom væl burturúr, hava Høgni og Tjóðveldisflokkurin verið uttanfyri.
Høgni er framúr arbeiðssamur, og eingin ivast í góðu evnunum hjá honum at samskifta. Nú er hann andstøðuleiðari samstundis, sum hann røkir fólkatingssessin, ið hann vann í 2001 og endurvann í 2005. Stóri spurningurin er nú, hvussu tað fer at eydnast nú 40 ára gamla floksformanninum at telva soleiðis, at Tjóðveldisflokkurin aftur kann gerast partur av samgongu og harvið at vera við til at seta politiskt úr í kortið.
Høgni livir saman við Hildur Hermansen úr Havnini. Tey eiga trý børn: Sjúrður (1988), Brim (1990) og Helgi (1996).
Høgni skrivaði í 2000, meðan hann var landsstýrismaður, tvær bøkur: Myten om rigsfællesskabet og Frælsi er ábyrgd.