Fightarin
At umboða land sítt í altjóða kapping vil altíð vera nakað serligt. Eitt tekin um, at tú ert millum tey allar bestu heima, og at størri og harðari avbjóðingar tí mugu á skránna fyri framhaldandi menningini.
Men hjá Høgna R. Øster spennir hetta longur enn sum so. Fyri bara hálvum øðrum ári síðani var tankin um enn eina oyggjaleikaluttøku í øllum fjarur.
Høgni hevði annars enn einaferð verið partur av føroyska fimleikalandsliðnum, men hóast hann eftir øllum at døma skuldi verið ein ungur maður í framúr venjingarstøðu, so fór orkan so líðandi at bila.
Talan var um blóðkrabba, men hóast lívshóttandi, so megnaði Høgni spakuliga at vinna á hesum. Umframt ynskið um sjálvt lívið, so setti hann sær eisini fyri, at hann enn einaferð skuldi vera við til at umboða Føroyar á oyggjaleikum, og veteranurin á landsliðnum dylir ikki fyri, at hann longu kennir seg hava vunnið, nú fráferðin stendur fyri framman.
- Eg havi so longu rokkið fyrsta málinum. Bara tað at taka lut, er ein stórur sigur hjá mær, og nú skal eg bara gjøgnumføra allar kappingardagarnar.
Tú hevur sjálvur vunnið eitt gullmerki fyri fýra árum síðani. Hevur tú nakrar vónir um tað hesaferð.
- Tað er so ikki nakað, sum eg gangi og rokni við. Venjingarstøðan er heldur ikki heilt tann sama, sum hon var fyri tveimum árum síðani, tá eg var í Danmark. Reaktiónir og konditión er ikki komin upp á sama støði, og merki tað væl í kroppinum, tá vit hava vant hart.
Men alt hetta kann helst vera tað sama hjá Høgna, tá oyggjaleikirnir eru ígongd. Veteranurin, sum á leikunum verður 33 ár, hevur longu vunnið truplasta dystin, og so er talan um eykavinningar, um gull og heiður enn einaferð verða vunnin á leikunum.