? Tað er sjálvandi altíð óheppi at viðgera einstaklingar alment, eisini á løgtingi. Hinvegin hevði landsstýrismaðurin í hesum máli tann trupulleika, at hann skal greiða fólki frá, hví umrøddi persónur ikki luttók í framløguni av Hvítubók, nakað, sum hann eisini hevur skyldu at svara.
Løgmaður heldur avgjørt ikki, at Høgni Hoydal bar seg skeivt at, tá hann á almennum fundi um Hvítubók í læraraskúlahøllini vísti á, at orsøkin til, at ávísur búskaparfrøðingur ikki var við til framløgurnar av Hvítubók var, at hann hevði kravt ov stóra samsýning.
Men hesum er Bergur Dam ikki samdur í, og setti hann tí 8. oktober løgmanni fyrispurning um rættartrygd hins einstaka. Hesin spurningur varð svaraður á tingfundi í gjár.
Gott og gagnligt
Í fyrsta av teimum fýra spurningunum spurdi Bergur P. Dam, um tað sambært stýrisskipanar- ella aðrari lóggávu er loyvt landsstýrismanni at almannakunngera privat viðurskifti hjá borgara, sum landsstýrismaður í sínum landsstýrisstarvi hevur fingið kunnleika til.
Løgmaður svaraði í tinginum í gjár, at tað, sum upplýst varð um í nevnda máli var sambært landsstýrismanninum, hvat kravt varð í samsýning, men onki um sjálvi fíggjarviðurskiftini hjá búskaparfrøðinginum. Løgmaður vísti eisini á, at landsstýrismaðurin heldur ikki upplýsti, hvussu samráðingarnar alment vóru farnar fram. Sostatt heldur hann ikki, at talan er um upplýsingar, sum vildu verið undantiknar almennum innliti sambært lógini um innlit í fyrisitingina.
? At upplýsingar um setanarviðurskifti, lønir og líknandi eru undir almennum innliti, er júst gjørt við atliti at rættartygdini, segði løgmaður og vísti á, at starvsfólk skulu hava trygd fyri, at samsýnt verður á sambæriligan hátt fyri sambæriligar uppgávur. Hann vísti somuleiðis á, at skattaborgarin skal hava innlit í og eftirlit við, at skattapeningurin verður nýttur skynsamiliga og forsvarliga.
Hetta, heldur løgmaður, ikki kann metast at vera annað enn gott og gagnligt, tí tað er við til at tryggja, at umsitið verður skynsamiliga og eins.
Pallborðið reisti spurningin
Bergur P. Dam spurdi í næsta spurninginum, um løgmaður heldur tað vera rætt og gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrismaður á almennum fundi kunnger, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Harundir, hvørjar upphæddir viðkomandi embætismaður kravdi í samsýning.
Løgmaður svaraði, at hann meginregluliga ikki heldur, at tað er gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrið upplýsir, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Men í sama sambandi vísti hann á frágreiðing frá Høgna Hoydal, ið sigur, at tað var ein av pallborðsluttakarunum, ið reisti spurningin.
? Sambært frágreiðingini frá landsstýrismanninum var tað ein pallborðsluttakari á almenna fundinum, ið reisti spurningin um, hvørt Hvítabók og kunningin hjá landsstýrinum var eftirfarandi. Hesin nevndi í sama sambandi eisini navnið og útsagnirnar hjá tí búskaparfrøðingi, sum alment hevði funnist at landsstýrinum.
Løgmaður vísti á, at sambært landsstýrismanninum, so harmaðist hann um, at ivi var sáddur um arbeiði hjá búskaparnevndini.
Løgmaður segði, at Høgni Hoydal greiddi frá gongdini viðvíkjandi kunningini um Hvítubók og frá málinum um samsýning fyri kunningarfundir, sum hevði verið millum búskaparfrøðingin og landsstýrið.
? Herundir nevndi landsstýrismaðurin eisini upphæddirnar, sum talan hevði verið um. Hetta varð gjørt, tí at spurningurin varð reistur av øðrum luttakara við pallborðið. Tí varð mett, at fundarfólkið og almenningurin annars høvdu krav upp á eitt svar frá landsstýrinum um tað, sum var farið fram.
Rætt at vera atfinningarsom
í triðja og næst seinasta spurninginum spurdi Bergur P. Dam løgmann, um tað er støða landsstýrissins, at embætisfólk, ið eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni, ikki skulu rokna við, at privat viðurskifti ikki verða almannakunngjørd.
Til hendan spurningin svaraði løgmaður, at hugburður landsstýrissins er, at tað á ongan hátt skal koma embætisfólki aftur um brekku, at tey eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni.
Løgmaður helt, at sostatt skulu privatu viðurskifti teirra heldur ikki av hesi orsøk verða almannakunngjørd.
? Eftir løgmansins fatan hevur tað týdning, at embætisfólk kunnu føla seg so mikið trygg í sínum starvsumhvørvi, at tey ikki halda seg aftur í at koma við atfinningum. Hetta er neyðugt fyri at styrkja um rættartrygdina, og kann eisini vera við til at tryggja eina ávísa menning innan politisku skipanina og almennu fyrisitingina.
Eingi ítøkilig stig
Bergur P. Dam spurdi í seinasta spurninginum løgmann, um hann hevur ætlanir um ítøkilig stig, fyri at styrkja rættartrygdina hjá einstaka borgaranum soleiðis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu viðurskifti ikki verða almannakunngjørd.
Men hetta helt løgmaður ikki vera neyðugt. Hann segði seg taka undir við heildarmetingini í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum og somuleiðis frágreiðingini annars. Tískil hevur hann ikki ætlanir um ítøkiæig stig grundað á hetta mál.
? Tað er sjálvandi altíð óheppi at viðgera einstaklingar alment, eisini á løgtingi. Hinvegin hevði landsstýrismaðurin í hesum máli tann trupulleika, at hann skal greiða fólki frá, hví umrøddi persónur ikki luttók í framløguni av Hvítubók, nakað, sum hann eisini hevur skyldu at gera.
Løgmaður segði seg leggja stóran dent á, at rættartrygdin í samfelagnum er á einum høgum støði, og at hon framhaldandi verður styrkt, bæði fyri hin einstaka borgaran og fyri samfelagið sum heild.
Svarið ikki nøktandi
Sum Sosialurin skilti áðrenn blaðið fór til prentingar, er Hans Pauli Strøm, ið nú varar av fyrispurninginum, als ikki nøgdur við svarið. Hann heldur summar partar í frágreiðingini hjá Høgna Hoydal, sum løgmaður grundar svarið á, beinleiðis vera ósannindi.










