Høgni fekk herðaklapp og kekk

Tónleikarin Høgni Lisberg fekk eitt herðaklapp og ein kekk frá Norðoya Sparikassa í gjárkvøldið Høgni Lisberg spældi nakrar sangir til hugnakvøld hjá sparikassanum, og í tí sambandi fekk hann eisini eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa.

 

- Hóast sín unga aldur, so hevur Høgni megnað at givið út tríggjar góðar fløgur við egnum tilfari og vit hava eisini lagt merkis, at hann veruliga

brennir fyri tónleikinum og at náa góð úrslit á hesum øki. Slíkt eigur at virðismetast, segði Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, sum handaði Høgna Lisberg ein kekk á 25.000 krónur.

 

Høgni Lisberg takkaði fyri gávuna.

 

- Ein slík viðurkenning, sum man ikki hevur roknað við, kemur altíð væl við, og fløvar um hjá einum hvørjum, sum fæst við tónleik, segði Høgni Lisberg.