Høgni er óseriøsur

Katrin Dahl Jakobsen heldur Høgna Hoydal misrøkja starv sítt sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, tá hann ikki hevur stundir at svara fyrispurningi innan hetta málsøki

John Johannessen


Tingkvinnan, Katrin Dahl Jakobsen, setti 22. mars landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum nakrar fyrispurningar í sambandi við læraraverkfallið. Hesir fyrispurningar skuldu svarast í tinginum í gjár.

Men fyrrpartin í gjár fekk tingkvinnan bræv frá løgtinginum, har boðað varð frá, at landsstýrismaðurin hevur fingið freistina at svara spurningunum útsetta.

Grundgevingin fyri hesum var, nýggi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, hevur verið so nógv burturstaddur, at hann ikki havt stundir at seta seg inn í málið.


Røkir ikki embætið

Katrin Dahl Jakobsen heldur hesa grundgeving vera ógvuliga vánaliga. Hon vísir á, at hetta bert sýnir okkum, at Høgni Hoydal ikki røkir tað embætið, hann tók á seg, tá Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum og Høgni Hoydal kom í staðin.

? Eg haldi tað vera heilt burturvið, at Høgni Hoydal sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum ikki skal hava stundir at seta seg inn í ein fyrispurning, ið snýr seg um eitt álvarsmál innan skúlaverkið í dag, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Tingkvinnan heldur, at støðan innan skúlaverkið beint nú er so mikið álvarslig, at bæði landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum og øll embøtisfólkini í stýri hansara áttu at nýtt alla orku í at fingið loyst trupulleikan.

Hon sigur seg skilja, at Høgni Hoydal var í Danmark, tá orðaskifti var á fólkatingi um fullveldismálið. Men hon vísir samstundis á, at løgmaður hevði stundir at koma heim aftur til Føroya og møta í tinginum fríggjamorgunin, meðan Høgni Hoydal varð verðandi í Danmark í sambandi við, at ein nýggj bók kom ut um fullveldisætlanina.

? Hetta er heilt burturvið. Sjálvsagt skuldi Høgni Hoydal komið aftur og loyst trupulleikan á skúlaøkinum, sigur Kartin Dahl Jakobsen avgjørd.


Landsstýrismaðurin skiftur

Høgni Hoydal heldur tað ikki vera rætt av Katrini Dahl Jakobsen at seta málið so stórt upp. Hann vísir á, at fyrispurningurin kom áðrenn landsstýrismaðurin varð skiftur, og tí kann hann ikki hava havt stundir at fyrireika seg til fyrispurningin.

? Eg vil beinan vegin leggja dent á, at eg bert fyribils eri landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Men eg vil fegin vera heilur har eg eri. Tí ætli eg mær at seta meg væl inn í málið áðrenn eg svari fyrispurninginum, so Katrin Dahl Jakobsen fær eitt nøktandi svar, og tað átti hon at fegnast um, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin við tveimum stýrum ásannar, at tað ikki í longdini fer at bera til at hava tvey stýri undir sær, men hann staðfestir samstundis, at hann enn ikki hevur forsømt nakað av sínum málsøkjum.

Høgni Hoydal leggur afturat, at hann heldur tað vera ivasamt, um tað í heila tiki er rætt av Katrini Dahl Jakobsen, sum er limur í Lærarafelagnum at seta fram fyrispurningar, ið beinleiðis hava við sáttmálatrætuna at gera.

Katrin Dahl Jakobsen heldur kortini einki skeivt vera í hesum.