Sandoy Seafood hevur nú bjóðað útróðrarmonnum í oynni at goyma fiskin í teirra kuldarúmum á Sandi og í Skopun, til hann fer av oynni. Seinastu árini hevur tað verið trupult at verið útróðrarmaður í Sandoynni. Menn, sum hava róð út við línu og snellu, hava verið noyddir sjálvir at ført fiskin til marknaðin sjálvir, antin inn á Toftir ella vestur í Vágar, har landingarmiðstøðir eru.
At kalla allur útróðrarfiskur verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, men til tess at fáa fiskin til marknaðin, hevur verið neyðugt hjá útróðrarmonnum - hvør í sínum lagi - at fáa fiskin til marknaðin.
Virkini hjá Sandoy Seafood arbeiða bara upsa og keypa tískil ikki útróðrarfisk.
Nú er so ein loysn funnin á hesum trupulleika hjá útróðrarmonnunum í Sandoynni.
Tá Sandoy Seafood keypir upsa úr eitt nú Sørvági, koyrir bilur fiskin til Ternuna á Gomlurætt og haðani í Sandoynna.
Nú hevur Sandoy Seafood bjóðað útróðrarmonnum í oynni at goyma fiskin í teirra kuldarúmum á Sandi og í Skopun, og tá so bilur kemur við fiski, tekur bilurin útróðrarfiskin við sær aftur og fær hann til marknaðin, har hann verður seldur.
Tað var í síðstu viku, at útróðrarmenn í Sandoynni fingu hesa skipan, og í síðstu viku fóru soleiðis 12 tons av útróðrarfiskin av oynni í bili.
- Vit hava bjóðað útróðrarmonnum fyri eitt so lítið gjald, sum vit yvirhøvur tora, at goyma fiskin í okkara kuldarúmum, til hann fer av oynni, sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood.









