Høgir hælir fyri tingið

Bretska tjóðartingið skal nú taka støðu til, um tað er uppsagnargrund, at eitt kvinnuligt móttøkufólk ikki vil ganga í høgum hælum

Nicola Thorp fekk í desember í fjør bara ein dag til arbeiðis í nýggja starvinum sum móttøkufólk hjá grannskoðarafyritøkuni PWC, tí hon ikki vildi ganga í høghælaðum skóm.

Málið um uppsøgnina steðgaði slett ikki við, at Nicola Thorp var send til hús, tí nú hevur hon fingið so mikið nógv fólk at skriva undir eina áheitan á bretska tjóðartingið um at taka málið upp, at tingið fer at gera tað.



Tað kann ljóða sum eitt lítið mál, men í øllum førum hevur søgan um hesa løgnu uppsøgnina fingið fleiri bretar upp úr stólinum, tí mong taka undir við, at tað skal forbjóðast fyritøkum at krevja av sínum kvinnuligu starvsfólkum, at tey ganga í høghælaðum skóm.


Nicola Thorp sigur við sjónvarpsstøðina ITN, at kravið um høgar hælir er órættvíst, tí hælirnir ávirka kropsburðin hjá kvinnunum og kann elva til drúgvar heilsutrupulleikar.