Høgir bensinprísir elva til yvirgang

11 fólk doyðu í Yemen í summar, tá ið tey mótmæltu høgu bensinprísunum

Yvirgangur

At gassoljan í Føroyum er dýrkað so nógv seinastu tíðina, at hvørt húsarhald við verandi prísum brúkar einar 6000 krónur meira í olju um árið og einar 3000 krónur meira í bensini á bilin, hevur higartil ikki elvt til tað heilt stóra høvuðbrýggi.
Landsstýrið sigur, at tað almenna hevur ikki ráð at minka um oljuavgjaldið - og enn minni at taka oljuavgjaldið av, nú landskassin aftur í 2006 fer at hava meira enn 200 miljónir krónur í halli.

Yvirgangur
Men aðrastaðni úti í tí stóru verð seta fólk seg beinleiðis upp ímóti, at bensinið er vorðið so dýrt - og í Yemen kostaðu mótmælini ímóti høgu bensinprísunum beinleiðis mannalív fyrr í summar.
Tá ið politiska leiðslan í Yemen í summar tók burtur eitt ískoyti til bensin, gjørdist høvuðsstaðurin í landinum, Sanaa, ein ruðulleiki við fólki, sum mótmæltu hesum.
Mótmælisfólk framdu atsóknir móti fleiri stjórnarbygningum við steinum; tey brendu bildekk í gøtunum og blokeraðu vegir.
Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanónum.
So hart gekk tað fyri seg í Sanaa, at ikki færri enn 11 fólk doyðu í tilburðunum.