Høgi prísurin á ferðaseðlum forðar fyri útflutninginum

Við verandi prísi á ferðaseðlum mugu tónleikarar flyta av landinum skulu teir liva av tónleiki, og hetta kostar føroyska landskassanum skattapening

Prísurin á ferðaseðlum er størsta forðingin fyri menningini av føroyskum tónleika útflutningi. Tá flogfeløgini koma umborð kemur útflutningurin, hetta vóru greiðu boðini frá pallborðsluttakarunum á Funky Faroe Islands. Christian Ulf Hansen umboðsmaður hjá Teiti, vísti á, at t.d. fyri Teit, var eyka kostnaðurin av ferðaseðlum til Føroyar ein so stór útreiðsla , at tað var neyðugt, at Teitur búði uttanlands. Hetta merkir samstundis, at Føroyar missur allar skattainntøkurnar.
Christian gleddist um, at Faroe Jet var komið á marknaðin, tí hetta hevur fingið prísin eitt vet niður. Anna Hildur Hildibrandsson og John Best, sum í nógv ár hava fingist við íslendskan tónleik, vístu á, at í Íslandi hevði ferðaseðlaprísurin verið sera høgur, og tónleikarar, ið ferðaðust út at umboða Ísland, fingu fyrr eingi serlig tilboð. Men hetta var nú broytt, tí íslendsku flogfeløgini høvdu sæð, hvussu tónleikurin setti Ísland á heimskortið, og hvussu hetta vaks um áhugan hjá ferðafólki at koma til Íslands. Christian Ulf Hansen skeyt upp, at føroyski tónleikaídnaðurin tosaði við Faroe Jet um at fáa eina skipan í lag, har tónleikarar sluppu at flúgva bíligari, tí hetta hevði verið skilagott fyri báðar partar.