Ætlanin hjá teimum báðum stjørnunum handan Laudrup & Høgh er at gera venjingarlegur við dreingjum í aldrinum, 16-18 ár, har hesir fáa møguleikan at venja undir somu umstøðum sum yrkisleikarar.
Í fyrstu atløgu er ætlanin, at talan verður um 30 leikarar, sum í eina lítla viku komandi summar hittast á ítróttaskúlanum í Oure, har fleiri føroyingar annars eisini hava havt uppihald.
Vónin er so sjálvandi, at hetta kann vera við til at menna framtíðar landsliðsleikarar hjá danska landsliðnum, og sambært teimum hava bæði DBU og landslisðvenjarin, Morten Olsen, givið ætlanum teirra positiv skoðsmál.