Høgaberg á veg til Las Palmas

Høgaberg, sum kom á Fuglafjørð hin 20. september við 1.050 tonsum av makreli og sild, hevur longu loyst aftur í Fuglafirð.

Kósin er sett móti Kanariuoyggjunum, skipið fer inn í Las Palmas eftir útgerð og fólki. Høgaberg skal fiska útfyri afrikansku strondini í Suður-Atlantshavinum, har teir hava loyvi at fiska rossamakrel og makrel.

74 mans verða við Høgabergi.

- Høgaberg kom til Føroyar hin 17. juni at fiska makrel og sild. Teir hava gjørt átt túrar undir Føroyum, og tilsamans hava teir fiskað umleið 11.000 tons.

Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.

Myndina eigur www.skipini.fo