Høgaberg liðugur við svartkjaftin

Stóra kombineraða nóta-og trolskipið hjá Framherja liggur í løtuni í Havn, har tað verður ansað av maskinmanni, nú skipið er liðugt við fyrsta partin av svartkjaftakvotuni

Fiskivinna

 

Pelagiska vinnan í Føroyum kennur nú álvarsliga sviðan av, at føroyska tillutaða svartkjaftakvotan fyri 2009 er so lítil, at fyribilsbýtið hjá landsstýrismanninum av kvotuni bert røkkur til ein ella knappliga tveir túrar í part hjá teimum stóru skipunum.

Høgaberg, sum er annað av stóru pelagisku skipunum hjá Framherja, hevur í ár gjørt tveir svartkjaftatúrar og er soleiðis liðugur at fiska sína fyribilskvotu.

Anfinnur Olsen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hjá skipinum var góður.

- Hesin parturin av árinum er besta tíðin til svartkjaft, men nú fiskurin gýtir, fer hann eisini at gerast rakari, sum tíðin líður, leggur hann aftrat.

 

Verður ansaður

Reiðarin sigur, at avgerðin um at leggja skipið í Havn, nú bíðað verður eftir, at landsstýrismaðurin fer at býta útaftur av svartkjaftakvotuni, kemst av, at maskinmaðurin, sum ansar skipinum, meðan tað liggur, býr í Havn.

- Tú kanst ikki bara hava eitt skip liggjandi. Neyðugt er, at ljósmotorarnir ganga, og at hiti er umborð á skipinum. Hesum tekur ein maskinmaður í Havn sær av, sigur Anfinnur Olsen.

Reiðarin sigur seg einki vita at siga um, nær Høgaberg loysir aftur.