Høg og lág á barnakórstevnu

Tað verður landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum fagnar sanginum og borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum takkar fyri tónleikin.

Høg og lág verða umboðað á barnakórstevnuni, sum í ár ber heitið Kul Børn í Føroyum. Og tað verða Føroya kendastu politistar fara at halda skil, tá tiltakið á sjey ára tunnilsdegnum fer at seta dám á Klaksvíkina.

Jógvan og Erling, sum eru vanir við bæði vill og still børn, fara at syrgja fyri, at øll fáa gott pláss í høllini og harvið fáa møguleika fyri at hoyra og síggja tað væl, sum fer at ganga fyri seg á pallinum.

Eisini fara teir at skipa soleiðis fyri, at bæði børn og vaksin fáa sín part, tá barnabarrirnar lata upp í hálvleikinum.

Umframt fjølbroytta kórsangin og stóra Kula Róta konsert, so fara Klæmint Klakk og kompaní og Trølla Pætur og Trølla Omma at undirhalda. Tiltakið byrjar klokkan 15 í badmintonhøllini, men longu frá klokkan 14.30 verður undirhald og upphiting frá Talent pallinum, har Beinir Troest Rasmussen fer at vísa síni evni.