Åh den Áki den Áki

Johan Dahl,
løgtingsmaður
Vágur 07.03.2005

So var hann aftur í bløðunum í vikuskiftinum við tí, sum ivaleyst skuldi skiljast sum eitt aftursvar til undirritaða og Helga Abrahamsen, men satt at siga so var ikki svarað upp á ein tann einasta av teimum settu spurningum mínum til hansara, fyrru álop á Sambandsflokkin og undirritaða, tíverri.

Um ein veruliga er so lítið tilvitaður um politiska veruleikan og tað, sum veruliga fer fram í samfelagnum og rundanum okkum, sum Áki sýnist at verða, so skilji eg kanska eitt sindur av skrivingarlagnum hjá Áka Andreasen.

Tá Áki nevnir einskiljingar og hvør hevur staðið á odda fyri hesum, fer hann enn einaferð fullkomiliga skeivur og vísir her eisini sítt egna vantandi innlit, tað er nevniliga Sambandsflokkurin, sum hevur staðið á odda fyri hesum.

At Tjóveldisflokkurin seinastu árini er blivin meira borgarligur er fyri okkum borgarligu einans at glaðast yvir, havandi í huga, hvat stevnisskrá teirra, fram til hon bleiv broytt fyri stuttum, segði um vinnutólini og hvør skuldi eiga og reka hesi.

Tíverri enn einaferð - ístaðin fyri sakliga at viðgera tað, sum spurt bleiv av undirritaða og undirbygging av tí, sum hann sjálvur setti fram av skuldsetingum/gitingum - kom so enn eitt ósakligt skriv við egnum »sannleikum« og gitingum so, »der lades desværre alt håb ude«.

Ikki loysir tað seg at spilla meira tíð upp á slíkan orðaskvaldur av luftkastellum.