Hóast løgreglan er donsk má hon virka sum partur av føroyska samfelagnum

Ferð eftir ferð síggja vit dømi um, at løgreglan í Føroyum verður stýrd uttan fyrilit, hvat føroyskir myndugleikar ynskja og vilja. Seinasta dømi er niðurleggingin av vaktarhaldinum á løgreglustøðini í Runavík, sum er framd uttan at føroyskir myndugleikar yvirhøvur eru tiknir við uppá ráð.

Landsstýriskvinnan í Innlendismálum Annika Olsen hevur í skrivi dagfest 12. november í ár til danska løgmálaráðharran Lars Barfod, biðið um eina frágreiðing í samband við umleggingar og broytingar innan løgregluna í Føroyum, men enn hevur hon einki svar fingið.

Landsstýriskvinnan hevur mótvegis avvarðandi donskum myndugleikum gjørt greitt, at hon fegin vil kunnast og hoyrast um slíkar umleggingar, áðrenn hesar verða settar í verk. Kortini verða broytingar støðugt framdar viðvíkjandi løgregluni uttanum politiska myndugleikan, sum er valdur av Føroya fólki til at stýra og hava ábyrgd.

Eisini lokali politiski myndugleikin hevur sett stórt spurnartekin við avgerðina. Borgarstjórin í Runavík vísti í grein á ótryggleikan ið stendst av, at vaktarhaldi á politistøðini er niðurlagt, og politistaliði í Eysturoy er burturflutt úr nærumhvørvinum.

Eg havi 20. oktober 2010 sett Ríkisumboðnum Dan M. Knudsen spurningin, hví vaktarhaldið á løgreglustøðini í Runavík verður niðurlagt og teir 9 politistarnir fluttir til Klaksvíkar, men hóast nærum tveir mánaðar eru gingnir, havi eg enn einki svar fingið.
Løgreglan er eftir heimastýrislógini felagsmál. Hetta eigur tó ikki at merkja, at løgreglan í Føroyum er donsk. Løgreglan í Føroyum skal vera føroysk, og hon skal virka sum ein samrunnin partur av føroyska samfelagnum, og ikki sum ein tilvildarlig grein av einum donskum stovni í Danmark.

Tað tykist, sum leiðslan fyri løgregluni í Føroyum hevur lítlan hug til at taka tey atlit, sum høvdu verið náttúrlig at tikið, tá løgreglan í Føroyum skal skipast. Kanska halda tey tað vera meira náttúrligt at taka atlit, sum kanska síggja gott út í hagtølum og talvum niðri í Danmark.

Við verandi gongd er spurningurin viðkomandi, um vit ikki nærkast einum vegamóti, har avgerð má takast, um løgreglan í Føroyum skal vera donsk og arbeiða í samsvari við donsk harraboð, uttan virðing fyri føroyskum myndugleikum, ella um vit vilja hava eina føroyska løgreglu undir føroyskum málsræði?