Bretski forsætisráðharrin Theresa May er hart kroyst í hesum døgum. Minni enn tveir mánaðir til 29. mars, ið er dagurin tá Bretland tekur seg úr ES, hevur Westminster enn ikki samtykt eina avtalu, ið tryggjar at søguliga hendingin verður gjøgnumførd undir skipaðum umstøðum. Í staðin hevur parlamentið vrakað tær loysnir og avtalur, ið stjórnin higartil hevur lagt fyri teimum at taka støðu til.
Forsætisráðharrin hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri ikki at hava megnað at fingið eina semju í lag, men ein nýggj veljarakanning kann tykjast at benda á, at bretar hava hug at geva andstøðuni skyldina fyri læstu støðuna.
Í einari kanning, ið stovnurin Opinium hevur gjørt fyri bretska blaðið the Observer, svarar 41 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu valt Konservativa flokkin, um val var í dag, meðan 34 høvdu valt Labour.
Í seinastu kanningini hjá Opinium, ið bleiv kunngjørd í januar, hevði Labour eina 3 prosent leiðslu á Konservativa flokkin.
Fyri Konservativa flokkin er talan um eina framgongd á 4 prosent frá seinastu kanning, meðan Labour fer 7 prosent aftur. Sambært the Guardian er talan um størstu leiðslu, ið stjórnarflokkurin hevur havt síðan seinasta val.
Kanningin vísir eisini, at Labour tykist bæði at havt mist stuðul millum teirra, ið ynskja at verða verandi í ES og millum teirra, ið ynskja at sleppa úr ES. Í báðum veljarabólkum hevur Labour mist fimm prosent av undirtøkuni.
Harumframt vísir kanningin, at hvørki Theresa May ella andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn hava serliga stóra undirtøku millum fólkið. Einans 25 prosent av teimum spurdu mettu, at forsætisráðharrin ger eitt gott arbeiði, meðan 55 prosent ikki tóku undir við henni.
Spurd um andstøðuleiðaran svaraðu 16 prosent, at hann gjørdi eitt gott arbeiði, meðan 61 ikki tóku undir við honum.










