Hóast afturgongd vinnur ANC tryggan sigur í Suðurafrika

Hóast afturgongd hevur suðurafrikanski stjórnarflokkurin fingið nóg mikið av atkvøðum til at kunna halda fram einsamallur í stjórnini.

 

Suðurafrikanski stjórnarflokkurin, ANC hevur vunnið valið í Suðurafrika mikudagin við 57,5 prosentum av atkvøðunum. Tað vísir endaliga valúrslitið frá suðurafrikansku valnevndini. Harvið kann ANC seta seg í 230 av teimum 400 sessunum í tjóðartinginum – ein afturgongd frá 249, flokkurin hevði fyri valið.

Demokratisk Alliansa (DA) verður nummar tvey við 20,8 prosentum, meðan vinstrasinnaðu Búskaparlig Frælsisstríðsfólk (EFF) er triðstørstur við 10,8 prosentum.

EFF hevur meira enn tvífaldað tingfólkatalið frá 19 ti 44, meðan DA hevur afturgongd og missur fimm sessir í tjóðartinginum og hevur nú 84 sessir.

ANC kann harvið halda fram við stjórnini uttan hjálp frá øðrum flokkum. Men valúrslitið er tað slakasta, síðani flokkurin fyrstu ferð kom til valdið í 1994 við Nelson Mandela á odda.

Veljararnir hava revsað flokkinum, millum annað tí at ANC í eygum veljaranna ikki hevur megnað at bart niður mutur í flokkinum og heldur ikki fingið stóra arbeiðsloysið at lækka.

Núverandi ANC-leiðarin, Cyril Ramaphosa, avloysti í februar 2018 Jacob Zuma í starvinum sum forseti í Suðurafrika.

Zuma var í miðdeplinum í nógvum gølum og muturákærum, og ein av uppgávunum hjá Ramaphosa, var at bøta um umdømið hjá ANC eftir árini við Zuma sum leiðara og forseta.

– Vit hava gjørt mistøk, men vit eru kedd av mistøkunum, og vit biðja fólk okkara um aftur at hava álit á okkum, segði Ramaphosa, tá hann mikudagin atkvøddi í Soweto, har hann sjálvur vaks upp.

Roknað verður við, at Ramaphosa fer undir embætisskeið sítt seinni í mánaðinum.

 

/ritzau/Reuters