Tá tað er sagt, so hevur tað einki við politisku evnini hjá manninum at gera, men at seta ein politikarara – og enn minni at seta sjálvan seg – í slíka støðu, har familjubond tarna aðru hvørjari avgerð, sum landsstýrismaðurin skal taka, tá hevur tú ikki gott poltiskt tev.
Líkamikið hvat snúnir løgfrøðingar kunnu finna uppá, so fer fiskimálaráðharrasessurin hjá Jákupi Mikkelsen bara at elva til høvuðbrýggj – bæði hjá honum sjálvum, tá Fólkaflokkinum og hjá løgmanni.