Gylti skógvurin hevði verið bonus omaná bronsuna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Klæmint Olsen er tvey mál frammanfyri Páll Klettskarð í stríðnum um Gylta Skógvin

Liðskiparin og stórskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen eigur fýra Gyltar Skógvar, sum prógv fyri, at hann hevur verið toppskjútti í bestu føroysku deildini fýra ár á rað. Nú er hann á gáttina at fáa tann fimta. Klæmint Olsen hevur skotið 22 mál í effodeildini higartil. Páll Klettskarð hjá KÍ hevur higartil skotið 20 mál. 

 

Komandi leygardag vitjar NSÍ á Toftum, og KÍ vitjar í Fuglafirði. Eftir tað fæst at vita hvør er toppskjúttin hetta kappingarárið.

 

Í dag kundi Klæmint Olsen fegnast um, at bronsuheiðursmerkini vóru tryggjað aftaná 4-1 heimasigurin ímóti AB, har Klæmint Olsen skoraði til 4-1. Klæmint Olsen heldur ikki, at talan er um eitt afturstig í mun til árið fyri, tá liðið vann silvur. NSÍ kann við sigri á B68 fáa fleiri stig enn í fjør, og tað fara Klæmint og liðfelagarnir nú eftir.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Klæmint Olsen aftaná 4-1 sigurin hjá NSÍ ímóti AB. 

 

- Gylti Skógvurin hevði verið bonus omaná bronsuna, staðfestir Klæmint Olsen.