Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum
Tjóðveldi
---
Fari staðiliga at heita á stýrið í ALS um at koma við einari meira sannførandi frágreiðing um orsøkina til løgna gylta lógvatakið. Við henni vit hava hoyrt frá formanninum Alfredi Petersen ígjøgnum dagin, stendur so ivasamur roykur, at eingin endi verður á gitingunum. Ongastaðni – hvørki hjá tí almenna ella privata – fært tú vanliga slíka luksusbukett av dýrastu rósum, velur tú sjálvur at siga teg úr starvi.
Sveitti seyrar av hvørjari krónu, sum kemur inn í ALS. Flestu okkara munnu tó gjalda við gleði, við vissuni um, at pengarnir fara til tey, sum dagliga svølgja beiska bitan at vera arbeiðsleys. Hetta er á ongan hátt pengar, stýrið kann gera við, sum tí lystir.
Fyri fáum mánaðum síðani metti ALS-stýrið, landsstýrismaðurin og samgongan, at tað varð alneyðugt at skerja útgjøldini til arbeiðsleys ógvusliga. Í álitið til málið skrivaði undirritaða tá m.a.:
“ Hetta er ein niðurskurður upp á 12,5% av einari ársinntøku, sum er eitt stórt høgg at gera í einum. Tann, sum er uttan arbeiði, hevur ikki bert fíggjarligar trupulleikar at stríðast við. Í okkara arbeiðsfokuseraða samfelag er tað fyri tey flestu ein stór sálarlig ákenning at vera uttan arbeiði.
Kontrastin er ógvuslig. Í meðan politikarar og onnur, sum hava góða løn, fáa fleiri
túsundkrónuseðlar meira um mánaðin, so verður tikið frá teimum, sum frammanundan hava lítið.
Enn einaferð hongur spurningurin tungur yvir tingsalinum: Hvat er samgongan í ferð við at gera við samhaldsfasta samfelagið? ....”
Tað var 27. apríl í fjør, at minnilutin mælti tinginum frá at samtykkja niðurskurðirnar, og vístu á aðrar loysnir. Stutta viðgongutíð seinni hevur stýrið ráð til at geva einum stjóra fulla løn, umframt aðrar dýrar sersømdir, afturfyri sjálvur at velja ikki at arbeiða í 14 mánaðir...?
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum ”eiga” ALS, og hevur tað tí verið ein óskrivað regla, at politiska skipanin ikki leggur seg út ALS-lóggávuna. Hóast tað er Løgtingið, sum viðgerð og samtykkir allar lógarbroytingarnar. Hendan siðvenja kemur nú undir álvarsamt trýst. Tí Løgtingið kann ikki sita hendur í favn og lata stýrið gera, sum teimum lystir við pening, tað við lóg hevur álagt øllum, sum arbeiða, at gjalda.
Mark má vera fyri, hvussu langt kann vera ímillum døkku og gyltu lógvatøkini frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina.