Trettanda umfar í bestu eingilsku deildini er á skránni hetta vikuskiftið. Toppliðið Arsenal skal seinnapartin spæla á útivølli ímóti Cardiff, sum er á fimtanda plássi.
Hóast Arsene Wenger rósar mótsstøðuliðnum fyri altíð at vísa framúr hugburð, so er Arsenal greiður favorittur. Um tað eydnast London felagnum at vinna fulla úrtøku við sær til hús, so verður trýst lagt á tey, sum royna at renna aftaná toppliðnum. Øll hini fremstu liðini spæla ikki fyrrenn í morgin.
Liverpool, sum er næstfremst, tykist á pappírinum at eiga lutfalsliga lætta uppgávu í Hull.
Chelsea, sum er á triðja plássi, fær vitjan av Southampton, sum er á fimta plássi, og Manchester City, sum er á fjórða plássi, fær vitjan av Swansea.
Hóast Manchester United framvegis ikki er á meiri enn sætta plássi, so verða meistararnir roknaðir millum fremstu boðini at vinna meistaraheitið. Á middegi í morgin fer United at vitja Tottenham, sum seinast legði rygg til 6-0 tap á útivølli ímóti Manchester City, og sum er á níggjunda plássi – níggju stig aftanfyri Arsenal og ovasta plássið.
Í dag
Cardiff-Arsenal kl. 15.00
Aston Villa-Sunderland kl. 15.00
Norwich-Crystal Palace kl. 15.00
West Ham-Fulham kl. 15.00
Everton-Stoke kl. 15.00
Newcastle United-West Bromwich Albion kl. 17.30
Sunnudagin
Tottenham-Manchester United kl. 12.00
Hull-Liverpool FC kl. 14.05
Chelsea-Southampton kl. 16.10
Manchester City-Swansea kl. 16.10