Ógvusligur skotbardagi í Klaksvík - fýra ungir dreingir skutu frá hond

Politibilar gjøgnumgataðir av skotum frá smádreingjum

Fýra ungir dreingir gingu í kvøld berserskargongd við skotvápnum í Klaksvík. Tveir politibilar vórðu gjøgnumgataðir av kúlum, og dreingirnir skutu fleiri rútar í húsum har um vegir.


Ein kona, sum kom framvið í bili, var heppin, tá ein kúla fór gjøgnum førarahurðina, fram kroppi hennara, til hon rakti gearkassan.


Ein maður fekk glassplinti í vangan, tá dreingir skutu eftir honum, sum hann stóð í køkinum hjá sær. Vitni siga, at dreingirnir skutu eftir løgreglumonnunum, sum stóðu undir húsinum. Tá dreingirnir sóu mannin í køkinum, skutu teir eisini eftir honum. Maðurin mátti á skaðastovuna. Seinast vit frættu hevði vápnaða løgregluliðið í skottryggum vestum handtikið fýra ungar dreingir.


Fólk í økinum vórðu evakuerað og bilar, sum koyrdu í býnum, vórðu bidnir at koyra til húsa. Tað sigst, at dreingirnir vórðu vápnaðir við ógvusligum vápnum, tí skotini raktu hús fleiri hundrað metrar frá, har dreingirnir vóru.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður