Ógvusligur harðskapur í Klaksvík

Leygarmorgunin varð ein maður, ið friðarliga spákaði á vegnum í Klaksvík, brádliga álopin og bukaður av

Um tvey tíðina leygarmorgunin vaknaðu fólk við Klaksvíksvegin í Klaksvík av, at ein maður rópti neyðarróp onkustaðni nærhendis.

Talan var um ein mann, ið friðarliga gekk á fram við vegnum og heintaði fløskur, ið slongdar vóru úr bilum eftir kvøldsins veitsluhald. Maðurin kendi seg eltan av tveimum ungum monnum, og fór hann at rópa neyðarróp, tá hann legi til merkis, at menninir brádliga tóku sær renningaferð til at leggja á hann.

Maðurin, sum í Klaksvík er kendur fyri at vera eitt friðardýr, varð bukaður av, av teimum báðum ungu monnunum. Teir slógu hann fyrst til hann fall, og síðani herjaðu teir á at sparka mannin.

Fólk, sum vóru vaknað av neyðarrópunum sóu tilburðin og ringdu eftir løgregluni. Men áðrenn løgreglan kom á staðið hildu menninir til beins. Teir báðir sóu nevniliga, at fólk vóru vaknað og høvdu tendrað ljós.

Ungu menninir vórðu handtiknir leygardagin. Fleiri vitni sóu tilburðin so mikið væl, at til bar at navngeva brotsmenninar. Løgreglan hevur avhoyrt bæði vinti og brotsmenn, og kemur málið fyri í rættinum í næstum.

Sambært løgregluni í Klaksvík, er talan um eitt ógvusligt harðsskapsmál. Sosialurin skilir eisini, at teir báðir ungu menninir fyrr hava elt mannin, teir seinasta leygardag bukaðu av.