Sunnunáttina 30. august var rættuligur ófriður á Vaglinum í Havn. Orsøkin var, at ungdómurin í høvuðsstaðnum var misnøgdur við dansiviðurskiftini, m. a. tí at dansurin skuldi enda kl. 01 sunnunátt.
Løgreglan hevði illgruna um, at nakrir ávísir persónar stóðu aftan fyri ófriðin, sum man hava verið ein tann mest umfatandi yvirhøvur.
Sosialurin hevur 2. september 1981 hesa frágreiðing um hendingarnar:
»Tað gingu næstan tveir tímar, frá tí fyrsta fráboðanin um ófriðin kom á politistøðina kl 01.25 til tann fyrsti varð handtikin kl 03:18.
Hetta kom fram undir grundlógarforhoyrinum sunnudagin. 22 fólk blivu tikin, og av teimum eru fimm nú skuldsett fyri eldáseting og herverk.
Ófriðurin byrjaði í miðbýnum um miðnáttina. Rútar og lyktasteyrar blivu knústir, og eldur settur á tríggjar bilar í Kommunuskúlagarðinum. Tann eini, ein Opel Kadett frá 1978 úr Kollafirði, kolaðist upp. Aftan á hetta fór fólkið niðan í Gaman (har Bäckers málingahandlin er í N. Finsensgøtu, red.), har bleiv alt sorlað sundur. Haðani gekk leiðin niðan til Mimir. Har hendi kortini lítil og eingin skaði, men á vegnum oman aftur í býin knústu tey fleiri rútar í Kommunuskúlanum. Eisini heima hjá býráðsformanninum, Poul Michelsen á Gundadalsvegnum, blivu rútar knústir, og á Bursatanga varð eldur settur á flamingoplátur.
Brandbumbur, t. e. fløskur við bensini, blivu eisini tveittar. M. a. tvær eftir sløkkiliðsbilinum. Onnur rakti bilin, hin lendi undir honum.
Longu hóskvøldið fór at ljóða í býnum, at ófriður skuldi vera. Politiið var fyrireikað, og 15-20 mans vóru á vakt bæði fríggja- og leygarkvøldið.«
Fimm mans vórðu skuldsettir eftir grundlógaravhoyringarnar dagin eftir ófriðin.. Tveir teirra vóru 15 ára gamlir, hinir 17, 20 og 22. Teir noktaðu seg allir sekar í at hava sett eld á. Ein av teimum skuldsettu segði í grundlógaravhoyringni um ófriðin, at fólk hava fingið til vana at vera í dansi til kl. 3 sunnunátt.
? Nú skulu tey heim kl. 12. Tað sigur seg sjálvt, at tað fær avleiðingar, segði hann.
Verjarnir hjá teim skuldsettu søgdu, at teir vóru bara tilvildarliga tiknir millum eini 500, sum høvdu verið í býnum, men úrskurðurin hjá dómaranum varð tó, at tveir teir elstu blivu fongslaðir í 8 dagar. Hinir fingu handtøkuna longda í tríggjar ferðir 24 tímar.
Nógv fólk varð komið saman uttan fyri dómhúsið hendan sunnudagin. Teir skuldsettu komu ein og ein, og tá teir komu úr politibilunum, klappaðu fólk og róptu stimbrandi orð til teirra. Alt var tó friðarligt, tó við einum skemtiligum undantaki.
Tá avhoyringin av tí fyrsta stóð upp á tað heitasta, brast hurðin upp, og ein ungur maður kemur inn við eini fløsku (Den med Tyren) við blómum í, og smekkar hana á borðið hjá tí skuldsetta. Blómurnar blivu skjótt skryktar av borðinum, og ein politistur fór eftir manninum, sum var líka skjótur útaftur.