Ísraelskir hermenn skutu í dag minst 13 palestinskar mótmælismenn á markinum við Libanon, Sýrialand og Gaza-geiran. Libansku myndugleikarnir siga, at har doyðu 10 fólk, tá ísraelskir hermenn skutu eftir palestinskum mótmælisfólki í bygdini Maroun al-Ras.
Á markinum við Sýrialand doyðu tveir palestinskir mótmælismenn, og á markinum millum Ísrael og Gaza-geiran doyði ein mótmælismaður av ísraelskum kúlum, og 15 vórðu særdir.
Ísraelsku myndugleikarnir siga, at tað var Iran, sum skipaði fyri teimum palestinsku mótmælunum í dag, men eygleiðarar siga, at mótmælini kunnu vera ein avleiðing av líknandi tiltøkum í øðrum londum í Miðeystri og Norðurafrika teir seinastu mánaðirnar.
Tíðindastovurnar siga eisini frá hørðum bardøgum í Ramallah á Vestara Áarbakka og við eftirlitsstaðið millum Ramallah og Eysturjerusalem, har fleiri hundrað fólk vóru í bardaga.