Ógvusligur ófriður í Norðurírlandi

Norðurírsku protestantarnir hátíðarhildu í gjár ein sigur á katolikkunum, og tað endaði við ógvusligum ófriði Tað var tann árliga skrúðgongan til minnis um tann protestantiska sigurin á katolikkunum í 1690, sum endaði við ófriði í fleiri býum.

Í býnum Armagh brast ein bumba stutt frá skrúðgonguni, og í Ardoyne varð skotið eftir løgregluni, sum svaraði aftur við vatnkanónum.

Tað hevur verið toliliga friðarligt í Norðurírlandi, síðani protestantar og katolikkar samdust um eina friðaravtalu. Men í mars vórðu tríggir menn myrdir, og hildið verður fyri vist, at tað var IRA, sum gav boð um drápini.