Ógvusligur ófriður í London

Ein mótmælisgonga í norðara parti av London í gjárkvøldið endaði við, at eldur varð settur á fleiri handlar og tveir løgreglubilar, og at átta løgreglumenn fingu skaða.

Ófriðurin byrjaði í býarpartinum Tottenham, har umleið 300 fólk vóru komin saman at mótmæla, at ein 29 ára gamal maður doyði í skotbardaga við løgregluna hóskvøldið. Mótmælisfólkini vóru friðarlig, men alt endaði kortini í ruðuleika. Fólk settu eld á tveir løgreglubilar og ein buss, og eftir einari løtu stóðu eisini fleiri handlar í ljósum loga. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at fólk brutu vindeyguni í handlunum, stjólu vørur haðani og settu so eld á. Løgreglan í norðara parti av London sigur, at ófriðurin er tann ringasti í fleiri ár.

London-løgreglan kannar framvegis tilburðin, tá tann 29 ára gamli maðurin varð skotin hóskvøldið. Tær fyrstu upplýsingarnar siga, at løgreglan skuldi handtaka mannin, og at hann sat í einum hýruvogni, tá løgreglan kom fram á hann. Hvat so hendi, er ikki greitt.