Í minsta lagi 12 dólk doyðu, tá trygdarhermenn skutu eftir fólki, sum vóru komin saman til eina mótmælisgongu í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa í dag. Tað siga sjúkrahúskeldur í býnum fyri fronsku tíðindastovuni AFP. Sagt verður, at trygdarhermenninir brúktu eisini táragass og vatnkanónir, og at minst 90 fólk fingu skaða.
Sambært keldunum vóru fleiri hundraðtúsund fólk komin saman at mótmæla stýrinum hjá Ali Abdullah Saleh, forseta og at krevja forsetan frá. Forsetin segði í síðstu viku, at hann ætlaði sær frá um nakrar fáar dagar, men enn hevur hann ikki lagt frá sær.
Ali Abdullah Saleh hevur stýrt Jemen í 33 ár.