Ógvusligir samanbrestir vóru í kvøld uttan fyri tjóðartingið í Athen, tá løgreglan royndi at steðga mótmælisfólki, sum mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá stjórnini. Tíðindastovan AP skrivar, at fólk tveittu grót, fløskur og brandbumbur eftir løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi.
Ófriðurin var í sambandi við, at grikska tjóðartingið viðgjørdi í kvøld sparitiltøkini, sum stjórnin hevur lagt fram.
Løgreglan sigur, at 14 løgreglufólk fingu skaða í bardøgunum, og at 11 mótmælisfólk vórðu tikin. Í Thessaloniki og seks øðrum býum vóru eisini samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna.










