Ógvusliga spreinging skelkar svenska býin Linköping

Fleiri hús eru hava fingið skaða í miðbýnum í Linköping eftir spreinging. Orsøkin er enn ógreið.

Ein ógvuslig spreingin hevur í morgun skakað miðbýin í suðursvenska býnum Linköping.

Nógvir politibilar og sjúkrabilar eru komnir á staðið.

– Tað er enn ógreiðtt, hvat er hent, og hvørjum tað skuldi verið framt ímóti, ella um tað tað snýr seg um eina ólukku, sigur Åsa Willslund, talskvinna hjá løgregluni, við TT.

Fleiri hús í grannalagnum hava fingið stóran skaða.

– Tað er sum ein vígvøllur, sigur ein íbúgvi á staðnum.

Sambært tíðindastovuni TT hendi spreingingin í einum bygningi, sum bæði hýsir vinnuligum leigumálum og íbúðum.

Løgreglan veit enn ikki, um fólk hava fingið skaða. Fleiri gøtur í økinum eru stongdar.

 

/ritzau/