Íslendingar í túsundatali hava í kvøld mótmælt uttan fyri Altingið, tí teir eru ónøgdir við støðuna, landið er komið í eftir fíggjarkreppuna. Fólk slerdu á trummur, brendu bál og hildu ein øgiligan gang á torginum framman fyri Altingshúsinum, og teirra millum vóru eisini fleiri familjur við børnum.
Slagorðini vendu sær ímóti politikarum, altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, og øðrum, sum íslendingar halda hava ábyrgd av syndarligu støðuni, íslendski búskapurin er í.
Í farnu viku samtykti Altingið, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Geir Haarde, skuldi fyri ein ríkisrætt, men tað hevur ikki kyrrað vanligu íslendingarnar, ið framvegis stríðast við stórt arbeiðsloysi og hørð fíggjarlig kor.









