Leygardagin varð kappast í cross-renning á Toftum. Teinurin, sum varð runnin, var sjey kilometrar til longdar, og fyrstu um máið var Guttorm Sørensen, sum brúkti 29.00 minuttir um teinin. Sam Vang kom næstur á mál við tíðini 29.40, og honum á baki kom Jónsvein Herup Olsen við 31.41.