Guttorm vann cross

Líkindini vóru ikki av teimum bestu, tá FM-kappingin í cross-renning varð runnin á Stovugólvinum á Svangaskarði

Teinurin, sum rennast skuldi, var 800 metrar við brekkum bæði upp og niður, og runnu menninir teinin átta ferðir. Vinnari av kappingini gjørdist Guttorm Sørensen, sum basti Borgar Biskopstø og Jósvein H. Olsen. Hjá mansungingum vann Jan Elmar Sørensen vinnari, meðan Rebekka Fuglø vann kappingina hjá kvinnuunglingum. Gentur og dreingir runnu tvey umfør, og her vunnu Monika Biskipstø og Dánjal Godtfred.