Fyrsta rennikappingin í ár varð hildin leygardagin í Runavík. Teinurin, ið runnin bleiv, var 10 kilometrar, og 13 luttakarar vóru til kappingina, 12 mans og ein kvinna.
Líkindina at renna vóru góð. Hóast tað hevði regnað um morgunin, var turt, með-an kappingin fór fram. Hitin var um tey sjey stingini, og tað var eitt lítið lot.
Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen vinnari við tíðini 35,52 min. Hann legði seg á odda beinan vegin og helt leiðsluna heilt á mál. Tíðin hjá Guttormi var heldur seinni enn vinnaratíðin í fjør, men samanumtikið vóru tíðirnar heilt góðar, seks teir fyrstu rennararnir runnu teinin undir 40 minuttir.
Rigmor N. Joensen var einsamøll kvinna í kappingini. Undan kappingini ætlaði hon at renna teinin upp á umleið 40 minuttir, og hon kom á mál í tíðini 40,04 min. So hetta passaði heilt væl við ætlanina hjá henni.
Næsta rennikappingin verður 8. apríl, tá runnið verður frá vegnum til Funningsfjarðar og út á Toftir. Teinurin er eitt 1/2 marathon, tað vil siga 21,1 kilometrar.