Guttesen-ættin: Johannes tók ímóti Stauning

Í næstseinasta parti í hesi røð umrøddu vit Frederikku og Gutta Jens, og serliga son teirra Jens Christian, sum saman við síni ætt hevur havt stóran týdning fyri sang og tónleik í Føroyum. Hesa ferð umrøða vit sonin Johannes

Sum ofta er fæst ikki nógv at vita um konurnar í slíkum frásøgnum. Men Sunneva Frederikka, kona Gutta Jens, var kend sum ein megnar­kvinna, sum undir truplum umstøðum tók sær væl av sínum børnum, sum eisini komu væl fyri. Hon var ættað av Toftum og varð kallað Frederikka í Tøðuni.
Her kann eisini verða nevnt, at ein beiggi Sunnevu Frederikku var Christian Ludvig Johannesen, lærari, sum var ein teirra, ið tók stig til tiltikna jólafundin í 1888, sum byrjaði føroysku sjálvstýrisrørsluna.

Johannes tók ímóti Stauning
Ein sonur Frederikku og Jens gjørdi seg galdandi á einum heilt øðrum øki enn Kisan, nevniliga fakfelagsvirksemi.
Johannes Simeon Gutte­sen var føddur 5. januar 1887 og andaðist 22. januar 1954. Hann fór til skips í 1902 og tók setiskiparaprógv í 1909 við 42 av 42 møguligum stig­um. Vegna sjúku helt hann uppat at sigla í 1921/22 og var síðan arbeiðsmaður.
Johannes kom í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1922. Í 1924 verður hann formaður.
Tað er hetta sama ár, at danski javnaðarflokkurin fór at kanna dýpið í Føroyum fyri einum javnaðarflokki.
Tann 10. juni 1925 lesur Johannes upp bræv á lima­fundi í arbeiðs­manna­felagn­um frá danska Javnaðar­flokki­num, har teir ynskja at koma á tal við føroyskar arbeiðarar. Men Mourentius við Stein, næstformaður, ávar­aði ímóti at fáa politikk inn í felagið.
Men tann 29. august er nevndarfundur, tí tað er frætt, at danski forsætis­ráð­harrin Thorvald Stauning var við Tjaldrinum á veg til Føroya. Avrátt var at bjóða Stauning á fund við nevnd­ina. Fjarrit varð sent umborð á Tjaldur at spyrja, um hann hevði hug at vitja Havnar Arbeiðs­mannafelag. Tað kom skjótt fjarrit aftur: “Ja, villig Onsdag eller Torsdag – Stauning.”
Hesin fundur var tann 3. september kl. 8. Tá fór for­maður Havnar Arbeiðs­manna­felag Johs. Guttesen niðan til amtmannin eftir hon­um. Formaðurin var skjót­ur aftur við danska for­sætis­ráðharranum, sum kom inn á skrivstovu arbeiðs­manna­felagsins við fram­rætt­ari hond, og allir nevndar­limir­nir reistust at heilsa honum
Formaðurin bjóðaði Staun­ing at vera vælkomnan. Hann segði seg vera glaðan um hesa hending, at danski for­sætismálaráðharrin var komin at vitja Havnar Arbeiðs­mannafelag, og hann vónaði, at hesin nevndarfundur fór at hava trivna og framburð við sær fyri felagið. Hann segði seg vóna, at ráðharrin visti okkurt gott at siga frá yrkisfeløgum í hinum parti av ríkinum.
Síðan fekk næstfor­mað­urin Mourentius við Stein orðið at greiða frá gongdini og støðuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Stauning mælti til, at fakfeløgini í Føroyum eins og í Danmark royndu at fáa ávirkan alla staðni, har hetta lat seg gera sum í politikki.
Síðan var skipað fyri lima­fundi kvøldið eftir, har Stauning helt røðu. For­mað­urin takkaði Stauning fyri røðuna og síðan varð rópt hurrá fyri honum, sum síðan fór av fundi fylgdur av formanninum.
10. september hevur dan­ska “Socialdemokraten” eis­­ini samrøðu við Staun­ing, har hann eisini greiðir frá fundi­num við arbeiðs­manna­felagið. Eisini verður greitt frá áheitanini hjá Staun­ing um at velja onnur um­boð í Fólkatingið enn tey verandi.
Hetta skapti annars politiska røring, tí henda áheitan var ikki væl upptikin av Andrass Samuelsen og sambandsflokkinum sum rímiligt er.
Ì september sama ár er tað, at socialdemokratiski fólkatingsmaðurin Hans Nielsen kemur til Føroya at fyrireika stovnan av einum systirflokki, og hann er eisini á fundi hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Tann 12. desember var vanligur aðalfundur har formaðurin Johannes Gutte­sen eisini greiddi frá umrøddu vitjanum. Hann hevði sjálvur verið valdur av felagnum at ferðast um bygdirnar við Hans Nielsen. Hetta virk­semið førdi til stovnan av Javnaðarflokkinum. Tað hevur eisini ávirkað Jo­hannes, tí hann var javnaðar­maður alla sína tíð.
Á hesum aðalfundi verður Mourentius við Stein valdur til formann og Johannes Guttesen verður skrivari. Hann var limur í nevndini fram til 1928.

Á odda at stovna Føroya Arbeiðarafelag
Tað tykist eisini sum at hesar donsku vitjanir í 1925 hava birt uppundir, at fáa stovnað eitt meginfelag fyri arbeiðarar.
Hin 17. desember 1925 varð stovningarfundur Føroya Arbeiðarafelags hildin í sali Havnar Arbeiðsmannafelags. Endamálið við fundinum var “at fáa í lag at fáa eina sam­skipan millum øll arbeiðs­mannafeløgini í Føroyum, so tey kundu standa hvørt øðrum bi í allar mátar, t.d. í tilfelli av streyku.”
Á fundinum vóru møtt sum umboð fyri Havnar Arbeiðs­­mannafelag Jo­han­nes Guttesen um­framt Anton Andrésen, Ole Udbø og Johannes Han­sen. Onnur feløg sum møttu vóru Klaks­víkar Arbeiðs­manna­felag, Enig­­­heden á Tvøroyri, Frem­­­tiden í Vági og Føroya Fiskimannafelag.
Stovningarfundurin varð settur klokkan 8 á kvøldi. Johannes Guttesen bað fundarmenn vera vælkomnar og greiddi frá, hvat endamálið var við fundinum. Síðan var orðaskifti. Hesin fundur varð niðurlagdur um midnátt.
Dagin eftir tann 18. desember var fundurin tikin upp aftur, og tá varð uppskot til lógir og stevnuskrá samtykt.
Síðan vórðu Maurentius Viðstein, Anton Andrésen og Johannes Guttesen valdir at skipa fyri, at hesi upp­skot síðan vórðu send út til feløgini, sum vóru biðin um at siga frá, hvørt tey samtyktu uppskotini, sum tey vóru, ella tey vildu hava broytingar gjørdar.
Avgjørt varð, at um feløgini samtyktu uppskotini, so varð Føroya Arbeiðarafelag stovnað, og at teir tríggir nevndu vórðu so ávikavist formaður og nevndarlimir til fyrsti ársfundurin varð hildin. Tað komu so øll tey nevndu feløgini uttan Føroya Fiskimannafelag við í felagsskapin. Hini arbeiðarafeløgini komu seinni uppí. Jóhannes varð so nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag fram til 1933.

Ættin
Johannes giftist við Elsebeth Christine Poulsen f. 17. desember 1885. Hon doyði 29. juni 1973. Tey búðu við Gripsvegin í Havn.
Tey fingu børnini:
1. Poul (f. 1911), giftur v. Hedvig f. Christensen úr Tappernøje í Suðursjællandi,
2. Jenny (f. 1913), g.v. Daniel Hansen úr Mikinesi, búðu í København
3. Poulina (f.1916), doyði 13 ára gomul
4. Christian (f.1918), g.v. Ester úr Randers, búðu í København
5. Ninna (f.1920), g.v. Jørgen Hellesøe úr Åbenrå, búðu har
6. Kinna (Kristina, f. 1923) g.v. Palla Djurhuus úr Froðba
7. Kriss (Kristin, f. 1926) g.v. Lis Dam av Tvøroyri
8. Pauli (1928), g.v. Árnu Djurhuus úr Hósvík
9. Karl (1933) g.v. Daniu Olsen úr Hósvík

Keldur:
Rolf Guttesen.
Havnar Arbeiðsmannafelag í 75 ár.
Fimmti ára minningarrit. Føroya Arbeiðarafelags.
Keraldið.

Rætting:
Í seinastu grein vóru mynda­tekstirnir hjá Jens og Johan Dam við konum av mis­gávum umbýttir.


Komandi partur
Hereftir kemur henda røðin tvær ferðir um mánaðin, 1. og 3. fríggja­dag. Tískil kemur næsti partur um tvær vikur og verður um ættina hjá Gustu