Gurið verður gestur í Hondbóltspanelinum á FM1

Hondbóltspanelið verður sent millum klokkan 10 og 11 í morgin

Fyrrapartin fríggjadagin reikar Ásbjørn N. Nattestad aftur fyri sendingini Hondbóltspanelið á FM1.

 

Fyrri gesturin verður VB-legendan, Gurið K. Augustinussen sum fyri stuttum gavst at spæla hondbólt á hægsta stigi.

 

Ásbjørn fær eisini ein gest frá SÍF/Sóljuni at umrøða hondbóltin vesturi í Vágum.

 

Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo