Guns N’ Roses í Rock and Roll Hall of Fame

Axl Rose og restin av bólkinum Guns N’ Roses fáa eina stóra virðisløn næsta ár, tá ið teir sleppa við í Rock and Roll Hall of Fame.

 

Tað er júst almannakunngjørt hvør bólkur fær æruna av at blíva upptikin í Rock and Roll Hall of Fame í 2012.

 

Millum nøvnini eru Guns’ N Roses, sum eitt nú eiga løg sum “Welcome to the jungle”, “Sweet Child of Mine”, “Paradise City” og “Patience”.

 

Umframt Guns N’ Roses sleppa eisini Red Hot Chili Peppers, Donovan, Beastie Boys, The Faces, og Laura Nyro, sála.

 

Hesir bólkar og einstaklingar sleppa uppí part 14. Apríl, tá ið stórt hátíðarhald verður til frama fyri hesum tónleikarum.

 

Guns N’ Roses hava givið út seks studiofløgur, tríggjar EP fløgur og eina live fløgu.

 

Í upprunabólkinum telur manningin Axl Rose, Slash, Izzy Stradlin, Duff McKagan og Steven Adler, men í dag er manningin skift út, og einasti persónurin úr upprunabólkinum, sum framvegis spælir við bólkinum er Axl Rose.