Tvey plátufeløg draga Guns n? Roses í rættin fyri stuldur. Tey halda, at tvey av løgunum á nýggjastu útgávuni eru plagierað frá týska electonica manninum, Ulrich Schnauss Plátufeløgini siga, at løgini ?Riad N the Bedouins? og ?Domina? av fløguni Chinese Democracy eru stolin frá sangunum ?Wherever you are? og ?A Strangely Isolated Place? hjá Schnauss.
Feløgini hava biðið um endurgjald áljóðandi eina millión dollarar, og tey leggja eisini eftir plátufelagnum hjá Guns n? Roses.
Chinese Democracy var fyrsta fløgan frá Guns n? Roses í 17 ár, og vónirnar vóru stórar. Men plátan var sera skuffandi og seldi ikki serliga væl.










