–Ætlanin frá 2010 var ein ætlan, sum Klaksvíkar sjúkrahús arbeiddi við í samráð við Heilsumálaráðið, har man ætlaði at gera ein størri útbygging av sjúkrahúsinum. Tá var uppi at venda, at man møguliga skuldi hava ymiskar aðrar tænastur, sum lógu tætt upp at sjúkrahúsinum. Í 2010 var býráðið positivt yvirfyri, at man kundi arbeiða víðari við hesum, tí man veit, at økini mennast nógv, sum tíðin gongur. Sum eg skilti tá, so var tað ein leistur tey kendu frá Svøríki og Finnlandi, sigur Gunnvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býráð, við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í kvøld.
– Tað at flyta kommunulæknar úr eini viðtalu, sum er bygd til endamálið og inn í bygningin, har sum røktarheimið varð bygt í áttatiárunum er ikki ein røtt loysn, og tað ýnski eg ikki at taka undir við, sigur Gunnvá við Keldu.
– Eg veit ikki, hvaðani peningurin og ætlanin kemur. Vit hava onki við hasar 15 minniónirnar at gera, tí hatta er landspolitikkur. Tað sum býráðið hevur við at gera er kommunulæknarnir, karmarnir og raksturin av kommunulækna viðtaluni, sigur hon framhaldandi.
Trýst á pílin fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Gunnvá við Keldu í dag.